Fríggjadagin 11.sept. 2026 fekk Samverk vitjan av 16 umboðum frá HK handel úr Danmark. Tey vóru komin til Føroyar, at hoyra um hvussu Samverk skipaði seg og hvussu fakfelagsarbeiði gekk fyri seg í Føroyum. Vit fingu eitt gott prát um ymiskleikan hjá teimum og okkum. Tað vóru nøkur mál, ið tey vildu taka við til Danmark og royna at fáa við í teirra sáttmála við tað danska arbeiðsgevarafelagið. M.a. at starvsfólk ið arbeiða 5 tímar um dagin ella meira hava rætt til ein løntan matarsteðg.Tað fingu vit í okkara sáttmála í 2025. Eina slíka áseting er ikki í sáttmálanum hjá HK Handel DK. 