Rita inn

Lat aftur
Takk fyri!
Ein feilur er íkomin. Vinarliga set seg í samband við okkum
Vinarliga kanna at øll feltini eru útfylt.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur
Heiltíðar Vanlukkutrygging
Samverk/ Lívstrygging/ Heiltíðar Vanlukkutrygging/

Heiltíðar Vanlukkutrygging

Vanlukkutrygd - Heiltíðar vanlukkutrygging

Limir í Samverki eru fevndir av eini vanlukkutrygging hjá tryggingarfelagnum Trygd.
Vanlukkutryggingin tekur við, um tú kemur til skaða í sambandi við eina vanlukku.
Ein vanlukkutilburður er ein brádlig hending, ið elvir til ein likamsskaða.

Endurgjald
Fyri at fáa endurgjald, skal vanlukkan hava havt við sær varandi mein á minst 5% hjá tí skadda.
Tryggingin fevnir um bæði likamlig og sálarlig mein.
Tryggingin kann eisini veita endurgjald fyri minni álvarsligar skaðar, so sum skaðar á tenn, brillur ella fyri viðgerð hjá fysioterapeuti í sambandi við ein vanlukkutilburð.

Hvat endurgjald verður veitt fyri
Her er yvirlit yvir, hvat endurgjald kann verða veitt fyri í sambandi við ein vanlukkutilburð:
• Endurgjald fyri avlamni á í minsta lagi 5%.
• Endurgjald fyri skaðar á tenn
• Endurgjald fyri skaðar á brillur og kontaktlinsur
• Viðgerðar- og flutningsútreiðslur (t.d. fysioterapi og/ella kiropraktor)
• Hjálpitól
• Sálarlig kreppuhjálp
• Plastiskar skurðviðgerðir
• Tyggiskaðar
Tryggingarupphæddin fyri limir hjá Samverki er 1.000.000 kr. við 100% avlamni.
Tryggingin fevnir ikki um endurgjald í sambandi við deyða.
Vanlukkutryggingin fevnir eisini um tyggiskaðar. Hetta merkir, at um tú tyggir eitt hvørt og ein
tonn brotnar, verður endurgjald veitt fyri skaðar, sum koma av hesum.
Í mesta lagið 10.000 kr. verða goldnar fyri hvønn skaða og í mesta lagi ein skaða um árið.

Aðrar upplýsingar
Vanlukkutrygd er óheft av øðrum persónstryggingum. Hetta merkir, at hevur tú aðrar
persónstryggingar, ávirkar hetta ikki tín rætt til at fáa endurgjald frá Vanlukkutrygd sum limur í
Samverki.
Vilt tú hava meira at vita um hesa tryggingina, ert tú altíð vælkomin at seta teg í
samband við Trygd.