Rita inn

Lat aftur
Takk fyri!
Ein feilur er íkomin. Vinarliga set seg í samband við okkum
Vinarliga kanna at øll feltini eru útfylt.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur
Lívstrygging
Samverk/ Lívstrygging/

Lívstrygging

Upptøkutreytir

Virknir limir í Samverk, sum eru fult arbeiðsførir, eru fevndir av tryggingini, tá hesir koma í felagið.

Tryggingin fellur burtur tá limur ikki longur er virkin limur í felagnum, tó fellur tryggingin altíð burtur við eftirlønaraldur.

Tó hava limir, sum ikki longur hava arbeiðsgevara, og sum

  • fáa útgjald frá ALS
  • eru í barnsburarfarloyvi,
  • ikki eru í arbeiði

møguleika at halda fram í lívs-tryggingini eftir ávísum treytum, og við at rinda gjald til felagið.


Gjøld

Arbeiðsgevarin rindar eftirløn til Føroya Lívstrygging, tá lønin verður flutt. Kostnaðurin fyri lívstrygging verður trektur av eftirlønarinngjaldinum. Sambært sáttmálanum er álagt  arbeiðsgevaranum at rinda eftirlønargjald. Sí meira um eftirløn.

Lívstrygging

Lívstryggingin og eftirlønin hjá Samverk limum verður umsitin av P/F Føroya Lívstrygging. Lívstryggingin gevur rætt til eingangsútgjald við deyða, varandi avlamni, hættisliga sjúku, stuðul til keyp av hoyritóli og lokaupphædd við eftirlønaraldur.

Útgjøld frá hesi lívstrygging verða goldin út í einum, skattafrítt. Kravið fyri at fáa lokaupphædd útgoldnað er, at persónur hevur verið limur íalt 15 ár samanlagt, og tey seinastu 5 árini samanhangandi, innan limurin fyllir 67 ár.

Limur hevur eisini møguleika at fáa útgoldið lokaupphæddina áðrenn 67. ár, tó í fyrsta lagi við fylta 60 ár. Tá er útgjaldið 1/8 partur av fullari upphædd fyri hvørt árið innan 67 ár.

Hvør fær útgjald
Um tryggjaður limur doyr áðrenn eftirlønaraldur, verður tryggingarupphæddin útgoldin til eftirsitandi. Útgoldið verður uttan mun til, um limur doyr av vanlukku ella sjúku. Lívstryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð.

Tryggingarupphæddin við deyða verður útgoldin til næsta avvarðandi, uttan so, at onnur skrivlig avtala er gjørd.  Næsti avvarðandi er hjúnafelagin. Um eingin hjúnafelagi er, verður útgoldið til børn (lívsarvingar) Eru eingi børn, verður útgoldið samb. arvalógini.

Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn næsta avvarðandi t.d. sambúgva, skal hetta fráboðast skrivliga til Føroya Lívstrygging.

Hættislig sjúka
Trygging við hættisligari sjúku gevur rætt til útgjald, ið verður útgoldið, um limur far staðfest eina av hesum hættisligu sjúkum:

  • Illkynjað krabbameinssjúka
  • Blóðtøpp í hjartanum
  • "Bypass" - Ballónvíðkan
  • Hjartaloku skurðviðgerð
  • Heilabløðing/slag
  • Bjølgar á lívæðrum í heilanum
  • Ávísir góðkynjaðir vøkstrir í heila ella møn
  • Disseminerað sklerosa
  • ALS (amyotrofisk lateral-sklerosa)
  • Vøddasvinn
  • HIV-ígerð, sum er fylgja eftir blóðgávu ella arbeiðstreytaðari smittu
  • AIDS (eyðkvæmi)
  • Nýrasvignan
  • Størri vevnaðarflutningur
  • Miss av sjónini
  • Miss av hoyrnini
  • Creutzfeldt-Jacob sjúka
  • Parkinsons sjúka, Paralysis agitans

Tryggingartreytirnar áseta neyvari hvør sjúkuavgerð er umfatað.

Barnatrygging fevnir um hesi børn:

  • Biologisk børn
  • Ættleidd børn
  • Fosturbørn, treytað av, at hesi eru skrásett at búgva á sama bústaði sum samlagslimurin. 

Barnatrygging verður veitt, um barn hjá limi í aldrinum 6 mánaðir til 18 ár, fær staðfest eina av hesum nevndu sjúkum:

  • Illkynjaðar krabbameinssjúkur
  • Meningitis
  • Nýrasvignan
  • Miss av sjón  (barn skal vera 2 ár)
  • Miss av hoyrn (barn skal vera 2 ár)
  • HIV-ígerð, av blóðflutningi
  • AIDS

Er ein av sjúkunum staðfest áðrenn innliman, verður trygging ikki veitt, um sama sjúka rakar av nýggjum.

Er krabbamein staðfest frammanundan, er eingin veiting fyri krabbasjúkur, uttan mun til, hvat slag av krabbasjúku rakar av nýggjum. Tó er galdandi, at um tað er staðfest í mesta lagi ein tilburður av krabbasjúku, at sjúkuviðgerð av hesari sjúku er endað, og tað eru liðin 7 ár síðani tað, er ein nýggj krabbasjúka tó fevnd av tryggingini. Hetta er treytað av, at einki afturfall hevur verið í áður nevnda tíðarskeiði.

Verður tryggingarupphæddin útgoldin, hevur sami limur ikki rætt til fleiri útgjaldingar, um so er, at ein hættislig sjúka rakar av nýggjum.

Av øðrum treytum kann t.d. nevnast at um limur doyr áðrenn 3 mánaðar aftan á, at hættislig sjúka er staðfest, lækkar upphæddin við deyða, við somu upphædd, sum er útgoldin limi í sambandi við hættisligu sjúkuna.

Fær limur ella eftirsitandi rætt til útgjøld frá tryggingini, t.d. við Hættisliga sjúku ella óarbeiðsføri, skal hetta meldast til Føroya Lívstrygging. Umsóknarbløð finnast á heimasíðuni www.liv.fo