Limir í Samverk fáa avsláttur av tryggingum frá Trygd
Sum limur í Samverk hevur tú rætt til at fáa mongdaravsláttur av grundprísinum hjá Trygd.
Samverk vil, at tað skulu vera nógvir fyrimunir við at vera limir hjá felagnum. Nevndin fegnast tí um avtaluna við Trygd, tí hon gevur limunum í Samverk møguleika fyri bíligari tryggingum, óansæð um teir hava eina ella fleiri tryggingar hjá Trygd.
Harumframt rindar Samverk fyri eina felags Vanlukkutrygging fyri limirnar. Treytin fyri at verða umfataður av Vanlukkutryggingini er, at tú hevur verið limir í Samverk í meira enn 4 samanhangandi mánaðir frá 31.12 á hvørjum ári. Vanlukkutryggingin tekur við, um limurin hjá Samverk kemur út fyri vanlukku og fær varandi mein. Henda vanlukkutrygging dekkar upp til 1. mio kr. fyri ta vanlukku, sum limirnir kunnu koma út fyri
Samstarvið millum Samverk og Trygd fevnir um hesar tryggingar:
Vit heita tí á allar limir í Samverk um at seta seg í samband við Trygd og gjøgnumganga øll síni tryggingarviðurskifti. Limirnir skulu bert kunna Trygd um, at teir eru limir í Samverk, so fáa teir fyrimunirnar av hesi avtaluni.
Vanlukkutrygd - Heiltíðar vanlukkutrygging
Limir í Samverki eru fevndir av eini vanlukkutrygging hjá tryggingarfelagnum Trygd.
Vanlukkutryggingin tekur við, um tú kemur til skaða í sambandi við eina vanlukku.
Ein vanlukkutilburður er ein brádlig hending, ið elvir til ein likamsskaða.
Endurgjald
Fyri at fáa endurgjald, skal vanlukkan hava havt við sær varandi mein á minst 5% hjá tí skadda.
Tryggingin fevnir um bæði likamlig og sálarlig mein.
Tryggingin kann eisini veita endurgjald fyri minni álvarsligar skaðar, so sum skaðar á tenn, brillur ella fyri viðgerð hjá fysioterapeuti í sambandi við ein vanlukkutilburð.
Hvat endurgjald verður veitt fyri
Her er yvirlit yvir, hvat endurgjald kann verða veitt fyri í sambandi við ein vanlukkutilburð:
• Endurgjald fyri avlamni á í minsta lagi 5%.
• Endurgjald fyri skaðar á tenn
• Endurgjald fyri skaðar á brillur og kontaktlinsur
• Viðgerðar- og flutningsútreiðslur (t.d. fysioterapi og/ella kiropraktor)
• Hjálpitól
• Sálarlig kreppuhjálp
• Plastiskar skurðviðgerðir
• Tyggiskaðar
Tryggingarupphæddin fyri limir hjá Samverki er 1.000.000 kr. við 100% avlamni.
Tryggingin fevnir ikki um endurgjald í sambandi við deyða.
Vanlukkutryggingin fevnir eisini um tyggiskaðar. Hetta merkir, at um tú tyggir eitt hvørt og ein
tonn brotnar, verður endurgjald veitt fyri skaðar, sum koma av hesum.
Í mesta lagið 10.000 kr. verða goldnar fyri hvønn skaða og í mesta lagi ein skaða um árið.
Aðrar upplýsingar
Vanlukkutrygd er óheft av øðrum persónstryggingum. Hetta merkir, at hevur tú aðrar
persónstryggingar, ávirkar hetta ikki tín rætt til at fáa endurgjald frá Vanlukkutrygd sum limur í
Samverki.
Vilt tú hava meira at vita um hesa tryggingina, ert tú altíð vælkomin at seta teg í
samband við Trygd.