Rita inn

Lat aftur
Takk fyri!
Ein feilur er íkomin. Vinarliga set seg í samband við okkum
Vinarliga kanna at øll feltini eru útfylt.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur
Løgtingslóg um lærlingar
Samverk/ Lógir/ Løgtingslóg um lærlingar/

Løgtingslóg um lærlingar

LØGTINGSLÓG NR. 94 FRÁ 29. DESEMBER 1998 UM YRKISÚTBÚGVINGAR, SUM SEINAST BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 15 FRÁ 16. MARS 2006 

Løgtingslóg nr. 94 frá 29.12.1998 

Broytingar eftir 1. januar 1999 og kunngerðir

Kapittul 1
Endamál o.a.

   § 1. 1) Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri yrkisútbúgvingum.

   § 2. Útbúgvingarnar skulu miða ímóti:

l)

at menna tann einstaka og hjálpa viðkomandi til samfelagsliga fatan

2)

at leggja grundarlag undir framtíðar yrki og framhaldandi útbúgving

3)

at nøkta tørvin hjá vinnuni, tá ið um ræður fakligan førleika og almennan kunnleika

 

   § 3. Yrkisútbúgvingarnar verða skipaðar soleiðis, at skift verður ímillum verkliga læru á læruplássi og undirvísing í skúla, og at tær enda við útbúgvingarskjali.

   § 4. 2) Landsstýrismaðurin ásetur reglur um útbúgvingarnar sum heild og yvirskipaðu reglurnar fyri hvørja útbúgving sær.
   Stk. 2. Sambært §§ 19-20 verður sett eitt yrkisútbúgvingarráð, ið skal gera tilmæli um tær í stk. 1 nevndu reglur sambært heimildum í § 21.
   Stk. 3. 2) Sambært § 22 verða settar yrkisnevndir, ið skulu gera reglur fyri hvørja útbúgving sær sambært heimildunum í §§ 23 og 24.

   § 5. Landsstýrismaðurin setur á stovn, leggur niður og tekur av yrkisútbúgvingar eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um upptøku í skúla, floksbýtistal og skúla- samstarv eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum.
   Stk. 3. Skúlagongdin fer fram í góðkendum skúla.
   Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt í viðkomandi yrkisnevnd, smb. § 22, nærri reglur um skúlagongd og sveinaroynd fyri teir lærlingar, ið ikki kunnu fáa skúlagongdina í Føroyum.

Kapittul 2
Atgongd til útbúgvingarnar

   § 6. Tann, sum verður tikin í læru í einari yrkisútbúgving, skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans og hava góðkendan lærusáttmála.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, um ein útbúgving verður roknað sum yrkisútbúgving og kemur undir sáttmálaskyldu.

   § 7. Skúlin hevur í teimum yrkisútbúgvingum, hann bjóðar seg fram í, skyldu at taka allar lærlingar, sum lúka treytirnar sambært § 6, stk. 1, inn í skúla.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, at partur av verkligu læruni fer fram í skúla, og at partur av skúlaundirvísingini fer fram á læruplássi.

Kapittul 3
Útbúgvingarskipanin

   § 8. 2) Fyri lærlingar, sum byrja eina yrkisútbúgving við lærusáttmála, verður lærutíðin roknað frá tí degi, sáttmálin hevur gildi, tó í fyrsta lagi frá tí degi lærusáttmálin er góðkendur av góðkenningarmyndugleikanum.
   Stk. 2. Viðkomandi yrkisnevnd samtykkir útbúgvingarreglur, herundir reglur um útbúgvingartíð, býtið millum verkliga læru og skúlagongd, sbr. § 3, val av lærugreinum sbr. § 14, stk. 1 eins og reglur um endamálið við verkligu læruni og skúlagongdini sbr. §§ 11 og 16, samanber § 23.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevnd, tær í stk. 2 nevndu útbúgvingarreglur fyri hvørja útbúgving sær.

   § 9.2) Landsstýrismaðurin kann, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum áseta reglur um, at lærlingur við aðrari alment góðkendari útbúgving kann verða frítikin fyri part av skúlagongdini.
   Stk. 2. Viðkomandi yrkisnevnd samtykkir, at lærlingur við aðrari fakligari útbúgving ella arbeiðsroyndum kann verða frítikin fyri part av verkligu læruni ella skúlagongdini.
   Stk. 3. Útbúgvingarskipanin skal bera í sær, at um lærlingur má gevast við útbúgving síni, so skal tað verða gjørligt at taka hana uppaftur seinri, smb. § 35.
   Stk. 4. Eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum kann verða skipað fyri ískoytisskeiði til lærling, sum skiftir útbúgving, smb. § 27, stk. 2.
   Stk. 5. Lærlingi kann verða veitt eykaundirvísing í tann mun, hetta er neyðugt, fyri at útbúgvingin kann verða lokin, smb. § 15, stk. 2.

   § 10.2)3)Landskassin veitir stuðul til tær beinleiðis undirvísingarútreiðslurnar frároknað inntøkur við skúlaundirvísingini eftir hesi lóg.
   Stk. 2. Læruplássini rinda útreiðslurnar til undirvísingartilfar undir skúlagongd og tilfarsnýtsluna í sambandi við yrkis- og sveinaroyndir.
   Stk. 3. Í hesi lóg skal yrkisfelag skiljast sum meginfelag, um viðkomandi felag er limur í einum meginfelag.
   Stk. 4. Skúlagongdin er ókeypis fyri lærlingar.

Kapittul 4
Innihaldið í yrkisútbúgvingunum

   § 11. Innihaldið í yrkisútbúgvingunum verður skipað samsvarandi endamálinum, sbr. § 2, og á tann hátt, at verkliga læran og skúlagongdin verða ein heild.
   Stk. 2. Skúlaundirvísingin skal í byrjanini geva eina breiða heildarfatan. Seinni skal undirvísingin miða ímóti at veita lærlinginum neyðugan førleika í ávísum yrki. Undirvísingin skal verða so skipað, at hon nøktar skiftandi førleikakrøv frá vinnuni.

   § 12.2) Undirvísingin fevnir um yrkislærugreinir, almennar lærugreinir og vallærugreinir.
   Stk. 2. Yrkislærugreinir skulu vanliga hava seks tíggjundapartar av samlaðu tíðini, almennar lærugreinir tríggjar tíggjundapartar og vallærugreinir ein tíggjundapart.
   Stk. 3. Almennar lærugreinir kunnu í serligum føri verða havdar ístaðin fyri yrkislærugreinir.
   Stk. 4. Yrkislærugreinir kunnu í serligum føri verða havdar ístaðin fyri vallærugreinir.

   § 13. Yrkislærugreinirnar fata um verkliga og ástøðiliga undirvísing, ið sermerkja viðkomandi útbúgving og skulu veita almennan kunnleika og fakligan yrkisførleika. Partur av yrkislærugreinunum eru serlærugreinir, ið eru á hægsta fakliga støði í útbúgvingini og fata um verkliga og ástøðiliga undirvísing, ið skal miða ímóti at veita lærlinginum ein serligan yrkisførleika. Lærlingurin velur sergrein innan ta útbúgving, hann hevur gjørt lærusáttmála í.
   Stk. 2. 2) Almennu lærugreinirnar fevna um ástøðiliga undirvísing, ið skal miða ímóti at menna tann almenna kunnleikan. Somuleiðis skulu almennu lærugreinirnar nøkta krøvini til ungdómsútbúgvingar, her í millum styrkja persónliga menning, lestrarførleika og samfelagsfatan.
   Stk. 3. Vallærugreinirnar skulu miða ímóti at nøkta áhugamál lærlingsins, at stuðla áhugan fyri framhaldandi útbúgving og menna yrkis- og lestrarførleikan. Vallærugreinirnar skulu eisini stimbra vanligu førleikakrøvini og arbeiðsmøguleikarnar í samfelagnum.

   § 14.2) Landsstýrismaðurin ásetur, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevnd, hvørjar yrkislærugreinir skulu verða tengdar at tí ávísu útbúgvingini.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger av, hvørjar almennar lærugreinir skulu verða tengdar at ávísari útbúgving.
   Stk. 3. Skúlarnir gera av, hvørjar vallærugreinir skulu verða bodnar út á skúlunum.

   § 15. Undirvísingin verður løgd tilrættis við ynskjum lærlingsins í huga og lagað eftir fortreytum og áhuga hansara.
   Stk. 2. Lærlingi, sum hevur tað fyri neyðini, kann verða givin serundirvísing og annar sernámsfrøðiligur stuðul.
   Stk. 3. Lærlingi verður veitt ráð og vegleiðing viðvíkjandi útbúgvingini og persónligum viðurskiftum.
   Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur fyri tey í stk. 2 og 3 nevndu viðurskifti.

   § 16. 3) Verkliga læran fer fram á einum ella fleiri virkjum, ið eru góðkend sum lærupláss av viðkomandi yrkisnevnd, og hon er grundað á lærusáttmála millum lærling og viðkomandi virki. Broytast fyritreytirnar fyri áður givna góðkenning, hava lærupláss skyldu til at boða viðkomandi yrkisnevnd frá hesum. 
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevnd, reglur um verkligu læruna í tann mun hesar reglur ikki eru ásettar í sáttmála millum viðkomandi yrkisfeløg.

   § 17. Lærlingarnir fáa útbúgvingarskjal fyri fullførda útbúgving, heruppií váttan fyri framda skúlagongd og verkliga læru. Lærlingur, sum gevst í útbúgvingini, hevur rætt at fáa váttan fyri framd avrik.
   Stk. 2. 2) Próvtøkur verða skipaðar eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur. Próvtøkur í yrkislærugreinum verða tó ásettar eftir reglum, sum yrkisútbúgvingarráðið hevur tilmælt eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevndum.

   § 18. Sveina- og yrkisroyndir verða hildnar í teimum einstøku útbúgvingunum, um hetta er samtykt av viðkomandi yrkisnevnd. Sveinaroyndirnar verða fyriskipaðar eftir reglum, sum eru ásettar av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá yrkisnevndunum.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum reglur um døming yvirhøvur og reglur um, hvussu útbúgvingarskjøl verða tilevnað og latin.

Kapittul 5
Ráðsskipanin

   § 19. Landsstýrismaðurin setur eitt yrkisútbúgvingarráð, sum í tilmælum sínum til landsstýrismannin viðger mál sambært teimum heimildum, tí eru givnar.
   Stk. 2.4)Yrkisútbúgvingarráðið ger viðtøkur, sum landsstýrismaðurin góðkennir. Viðtøkurnar skulu greitt lýsa fyriskipanarligu og fyrisitingarligu viðurskiftini hjá ráðsskipanini eftir kapitli 5, viðtøkuføri, atkvøðugreiðslur og mannagongdir fyri ráðsarbeiðinum.
   Stk. 3. 4) Til at fyrisita skipanina eftir kapitli 5 setur landsstýrismaðurin, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, ein fyrisitingarleiðara, sum eisini er skrivari hjá ráðnum. Harumframt setur landsstýrismaðurin ein yrkisnevndarskrivara eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum. Landsstýrismaðurin kann seta onnur starvsfólk at fyrisita skipanina.

   § 20. Yrkisútbúgvingarráðið hevur 9 limir. Ráðslimirnir verða valdir fyri fýra ár. Fyri hvønn ráðslim verður ein varalimur valdur.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin velur formannin.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir 4 limir, sum skulu umboða arbeiðsgevarar. Hesir limir verða valdir soleiðis:

1)

Føroya Handverksmeistarafelag velur 1 lim

2)

Landsstýrismaðurin velur 1 lim

3)

Føroya Arbeiðsgevarafelag velur 2 limir

 

   Stk. 4. Landsstýrismaðurin tilnevnir 4 limir, sum skulu umboða løntakarar. Hesir limir verða valdir soleiðis:

1)

4) Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna velja 1 lim í felag.

2)

Starvsmannafelagið velur 1 lim

3)

Felagið S&K velur 1 lim

4)

Føroya Arbeiðarafelag velur 1 lim

 

   Stk. 5. Eitt umboð fyri hvønn góðkendan yrkisskúla kann møta á ráðsfundum. Hesi umboð hava talurætt, men ikki atkvøðurætt. 

   Stk. 6.2) Yrkisútbúgvingarráðið kann eftir tørvi innkalla serkøna hjálp til at møta á ráðsfundum og at seta arbeiðsbólkar til at fyrireika ráðsmál. 

   Stk. 7.4) (strikað)

   § 21. Yrkisútbúgvingarráðið ger tilmæli til landsstýrismannin um:

1)

2) reglum um útbúgvingar sum heild og yvirskipaðar reglur fyri hvørja útbúgving sær.

2)

stovnan, niðurlegging og avtøku av útbúgvingum, smb. § 5, stk. 1.

3)

hvørjar útbúgvingar verða roknaðar sum yrkisútbúgvingar, smb. § 6, stk. 2.

4)

verkligar partar í skúla og undirvísing á læruplássum, smb. § 7, stk. 2.

5)

útbúgvingarreglur, smb. § 8, stk. 5.

6)

2) frítøku fyri partar av útbúgvingini, smb. § 9, stk. 2.

7)

reglur um ískoytisskeið, smb. § 9, stk. 3.

8)

2) hvørjar yrkislærugreinir hoyra til ávísa útbúgving, smb. § 14, stk. 1.

9)

reglur um verkligu læruna, smb. §16, stk. 2.

10

2) reglur um próvtøkur í yrkislærugreinum, smb. § 17, stk. 2.

11

reglur um sveina- og yrkisroyndir, smb. § 18, stk. 1.

12

reglur um døming o.a., smb. § 18, stk. 2.

13

reglur um hvussu lærlingur fær boð um at koma í skúla, smb. § 29, stk. 2.

14

reglur um burturvísing, smb. § 30, stk. 2.

15

hvussu lærusáttmálaskjal skal verða orðað, smb. § 31, stk. 2.

16

reglur um frávik, smb. § 44.

17

reglur um læraraførleika, smb. § 45.

18

skiftisreglur, smb. § 47, stk. 2.

 

   Stk. 2. Yrkisútbúgvingarráðið hevur eisini til uppgávu:

1

at gera viðtøkur fyri ráðið, smb. § 19, stk. 2.

2

at tilnevna yrkisnevndir, smb. § 22, stk. 1.

3

2) at góðkenna viðtøkur fyri arbeiðið hjá yrkisnevndum, smb. § 22, stk. 6.

4

at seta fyribilsnevndir, smb. § 22, stk. 3.

5

at áseta minstuløn til lærlingar, har ið eingin sáttmáli er, smb. § 33, stk. 3.

6

at ráðgeva landsstýrismanninum um, hvussu útbúgvingarskipanin eigur at leggjast soleiðis til rættis, at sett mál og krøv, smb. § 2, verða nádd

7

at fylgja við gongdini og nýggjum vinnumøguleikum, og við støði í hesum gera landsstýrismanninum tilmæli um tørvin á nýggjum útbúgvingum og umskipan av ella avtøku av verandi útbúgvingum

8

at fylgja við verandi útbúgvingum og við støði í hesum gera landsstýrismanninum tilmæli um tørvin á at samskipa útbúgvingarnar betur og møguliga leggja útbúgvingar saman.

 

   Stk. 3. Yrkisútbúgvingarráðið kann av sínum eintingum umrøða og bera fram alt, ið ráðið og yrkisnevndirnar halda hava týdning fyri yrkisútbúgvingarnar, herundir útreiðslutørvin.

 

   § 22. Yrkisútbúgvingarráðið tilnevnir yrkisnevndir, sum skulu viðgera mál innan viðkomandi útbúgvingar við støði í teimum heimildum, sum givnar eru í hesi lóg.
   Stk. 2. 2) Limirnir í yrkisnevndunum verða valdir av viðkomandi yrkisfeløgum, sbr. § 10, stk. 4. Í hvørjari yrkisnevnd skulu vera 2 ella 4 limir. Arbeiðsgevarar og løntakarar skulu hava javnstóra umboðan.
   Stk. 3. 2) Yrkisútbúgvingarnar verða bólkaðar í skyldar útbúgvingar eftir samtykt frá yrkisútbúgvingarráðnum. Ein yrkisnevnd verður sett fyri hvønn yrkisútbúgvingarbólk. Tá ið útbúgvingar skulu fyrireikast og setast í verk, kann yrkisútbúgvingarráðið seta fyribilsnevndir.
   Stk. 4. Kunnu feløgini ikki velja yrkisnevnd, skal yrkisútbúgvingarráðið síggja til, at yrkisnevnd verður sett.
   Stk. 5. Yrkisnevndirnar skulu gera viðtøkur fyri nevndararbeiðið. Viðtøkurnar skulu greitt lýsa mannagongdina fyri nevndararbeiðinum, herímillum um tilnevning og val av nevndarlimum og um atkvøðugreiðslur.
   Stk. 6. 2) Yrkisútbúgvingarráðið skal góðkenna viðtøkurnar fyri tær í stk. 4 og 5 nevndu yrkisnevndir.
   Stk. 7. 2) Yrkisnevnd kann eftir tørvi innkalla serkøna hjálp til at møta á fundum.
   Stk. 8.2)3) Lærupláss rinda eitt umsitingargjald til landskassan fyri hvønn góðkendan lærusáttmála til at fíggja útreiðslurnar hjá yrkisnevndafyrisitingini og til fundarpening og ferðaútreiðslur hjá yrkisnevndum og fyribilsnevndum hjá yrkisnevndunum.
   Stk. 9.2)3) Landsstýrismaðurin ásetir eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum gjøllari reglur um upphæddina av umsitingargjaldinum, og hvussu gjaldið verður umsitið.

   § 23.2) Fyri tær útbúgvingar, ið eru góðkendar, samtykkja yrkisnevndirnar reglur um:

1)

hvørja útbúgving sær, smb. § 4, stk 3.

2)

útbúgvingartíðina, smb. § 8, stk. 4.

3)

býtið millum verkliga læru og skúlagongd, smb. § 8, stk. 4.

4)

stevnumiðini fyri verkligu læruna og skúlagongdina, smb. § 8, stk. 4.

5)

2) stytting í lærutíðini samb. § 9, stk. 2.

6)

valið av lærugreinum, smb. § 14, stk. 1.

7)

góðkenning av læruplássum, smb. § 16, stk. 1.

8)

verkligu læruna, smb. § 16, stk. 2.

9)

2) próvtøkur í yrkislærugreinunum, smb. § 17, stk. 2.

10)

sveina- og yrkisroyndir, smb. § 18, stk. 1.

11)

stytting av útbúgvingartíðini, smb. § 35, stk. 2 og § 37

12)

leinging av útbúgvingartíðini, smb. § 36, stk. 2 og 3.

13)

stytting ella leinging av útbúgvingartíðini, smb. § 37.

 

   Stk. 2. 2) Yrkisnevndirnar hava eisini til uppgávu:

1)

at gera lesiætlanir fyri tær einstøku útbúgvingarnar, smb. § 24.

2)

at virka fyri bestu viðurskiftum á læruplássum, smb. § 25, stk. 1.

3)

at kanna lærupláss, smb. § 25, stk. 2.

4)

at royna semju millum lærling og lærupláss, smb. § 40, stk. 1.

 

   Stk. 3. Yrkisnevndirnar skulu eftir áheitan geva yrkisútbúgvingarráðnum ummæli í málum, ið hava týdning fyri arbeiðið hjá ráðnum. 

   Stk. 4. Yrkisnevndirnar kunnu av sínum eintingum umrøða og bera fram alt, ið tær halda hava týdning fyri yrkisútbúgvingarnar eftir hesi lóg. 

   Stk. 5. 1) Avgerð, ið tikin er av yrkisnevnd, sbrt. ásetingunum í hesi lóg, kann kærast til kærunevnd. Avgerð tikin av kærunevnd er endalig innan fyrisitingina. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um kærunevndir.

   § 24.2) Yrkisnevndirnar samtykkja í samstarvi við skúlarnar neyvari innihald í lesiætlanum við støði í teimum yvirskipaðu reglunum, ið eru ásettar fyri hvørja útbúgving sær."
   Stk. 2. Tá ið lesiætlanir skulu gerast, kann yrkisnevnd seta fyribilsnevnd við í mesta lagi 3 limum.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir eftir tilmæli frá Yrkisútbúgvingarráðnum reglur um, hvussu lesiætlanararbeiðið verður skipað.
   Stk. 4. Yrkisnevndirnar og skúlarnir eiga eisini at fylgja við, um tørvur er á at endurnýggja nevndu reglur, og koma við uppskoti um hetta.

Kapittul 6
Læruplássini

   § 25. Yrkisnevndirnar virka fyri, at útbúgvingarviðurskiftini á læruplássunum eru so góð sum gjørligt.
   Stk. 2. Viðkomandi yrkisnevndir kunnu, uttan dómúrskurð og við neyðugum løgmæti, fara inn á virki, sum hava lærling, fyri at kanna útbúgvingarviðurskiftini.

   § 26. Samtykt yrkisnevndarinnar um góðkenning av virki sum lærupláss verður gjørd út frá meting um virkið er ført fyri at lúka tær treytir, sum settar eru sambært reglunum um verkligu læruna, smb. § 16.
   Stk. 2. 1) (Strikað)

Kapittul 7
Sáttmálaviðurskifti

   § 27. Lærusáttmáli millum lærling og eitt ella fleiri lærupláss er treyt fyri at fullføra eina yrkisútbúgving. Lærusáttmálin skal fata um alla ta verkligu læruna og skúlagongdina og um møguliga sveina- ella yrkisroynd.
   Stk. 2. 2) Sveina- ella yrkisroynd skal verða hildin, áðrenn sáttmálatíðin er lokin. Verður sveina- ella yrkisroynd hildin eftir, at ásetta sáttmálatíðin er lokin, skal sáttmálin leingjast samsvarandi.
   Stk. 3. 2) Um skeiðsreglurnar heimila tað, skal ískoytisskeiðið sambært § 9, stk. 4 vera partur av skúlagongdini eftir stk. 1.

   § 28. Er lærusáttmáli gjørdur við fleiri lærupláss, skal gjølla tilskilast, hvørjum parti av útbúgvingini tað einstaka læruplássið hevur ábyrgdina av.
   Stk. 2. Eitt lærupláss kann í lærusáttmálanum hava skyldu til at lata lærling taka ein verkligan part á øðrum læruplássi.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um rættarstøðuna hjá lærlingi og læruplássi í sambandi við lærusáttmálar eftir stk. 1 og 2.

   § 29. Fyri at útbúgvingin skal verða fullførd, skal lærlingur fylgja undirvísingini, soleiðis sum hon er fyriskipað av skúlunum sambært útbúgvingarreglunum.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum reglur um, hvussu mannagongdin skal vera, tá ið lærlingur fær boð um at koma í skúla.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um bústaðarhús til lærlingar í sambandi við skúlagongd.

   § 30. Lærlingur, sum uttan lógligt forfall heldur seg burtur frá undirvísingini, ella sum grovliga brýtur skúlans reglur, og sum ikki tekur givnar ávaringar til eftirtektar, kann verða útihýstur frá undirvísingini.
   Stk. 2.3) Landsstýrismaðurin ásetur, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, gjøllari reglur um útihýsingina eftir stk. 1.

   § 31. Lærusáttmáli skal vera undirskrivaður, áðrenn læran byrjar.
   Stk. 2. Lærusáttmálin er orðaður á skjal, sum landsstýrismaðurin góðkennir eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur um góðkenning, skráseting og avgreiðslu av lærusáttmálum.

   § 32. Tá ið lærlingur, sum er undir foreldramyndugleika, ger lærusáttmála, ella um sáttmálabroyting fer fram, krevur hetta játtan frá verjanum.

   § 33. Lønin, sum eitt lærupláss skal rinda lærlingi, skal verða ásett í lærusáttmálanum.
   Stk. 2. Lønin skal í minsta lagi verða tann, ið ásett er í sáttmála millum viðkomandi yrkisfeløg.
   Stk. 3. Í yrkisgreinum, har eingin sáttmáli er galdandi, verður minstalønin ásett av yrkisútbúgvingarráðnum.
   Stk. 4.2)5) Landskassin endurrindar læruplássinum lønina, sum tað hevur goldið lærlingi, meðan hann hevur tikið ta til læruna hoyrandi skúlagongd. Endurgjaldið er 75% av ásettu minstulønini sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfeløg.
   Stk. 5.3) Landskassin veitir læruplássum eitt fast gjald til ferðaútreiðslur, sum standast av, at lærlingur er noyddur at fara til Danmarkar fyri at fáa ta til læruna hoyrandi skúlagongd, av tí at henda skúlaundirvísing ikki fæst í Føroyum.
   Stk. 6.3) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur viðvíkjandi ásetingunum í stk. 4 og 5.

   § 34. Í útbúgvingartíðini galda avtalur í arbeiðsmarknaðarsáttmála ella ásetingar í lóggávu.
   Stk. 2. Eitt lærupláss kann bert sum undantak áleggja lærlingi arbeiði, sum ikki hevur samband við útbúgvingina, og tá bert treytað av, at málið við útbúgvingini kann verða rokkið.

   § 35.2) Hevur lærlingur frammanundan lokið ein part av tí útbúgving, sum nevnd er í lærusáttmálanum, kann sáttmálin vanliga bara fevna um vantandi partarnar av verkligu læruni og skúlagongdini, smb. § 9, stk. 2.
   Stk. 2.2) Fyri lærling, sum av aðrari útbúgving ella viðkomandi arbeiðsroyndum hevur serligar fortreytir at fara undir ta útbúgving, sáttmálin fevnir um, kann viðkomandi yrkisnevnd samtykkja, at útbúgvingin kann verða stytt eftir teimum í § 9, stk. 1 og 2 ásettu reglum um útbúgvingartíð.

   § 36. Lærlingur og lærupláss kunnu gera avtalu um at leingja útbúgvingartíðina, um lærlingurin,

1)

vegna sjúku hevur verið burtur frá virkinum meir enn 10% av ásettu lærutíðini

2)

er burtur frá virkinum vegna eykaundirvísing í skúla, smb. § 9, stk. 4.

3)

1) ikki stendur eitt skúlaskeið og skal taka skúlaskeið ella part av hesum umaftur.

4)

1) hevur farloyvi í sambandi við barnsburð ella ættleiðing

5)

1) hevur niðursetta arbeiðstíð ella farlovvi orsakað av serligum viðurskiftum

 

   Stk. 2. Um avleiðingarnar av eini avtalu eftir stk. 1 verða tær, at útbúgvingartíðin verður longd meira enn ta tíð, sum lærlingurin hevur verið burtur, so er avtalan bert galdandi, um viðkomandi yrkisnevnd góðkennir avtaluna. 

   Stk. 3. Eru lærlingur og lærupláss ikki samd um longda útbúgvingartíð vegna fráveru sum nevnt í stk. 1, kann viðkomandi yrkisnevnd, eftir áheitan frá pørtunum, áseta longda tíðarskeiðið.

   § 37. Í øðrum førum enn teimum, ið nevnd eru í §§ 35 og 36, kann viðkomandi yrkisnevnd, tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí, samtykkja at stytta ella leingja útbúgvingartíðina.

   § 38.2) Partarnir kunnu ikki einsíðis siga upp lærusáttmálan. Tó kann lærusáttmáli sigast upp, um báðir partar skrivliga vátta hetta.
   Stk. 2. Teir fyrstu 3 mánaðirnir í sáttmálatíðini verða tó roknaðir sum royndartíð, har annar parturin kann siga sáttmálan upp uttan grundgeving og uttan freist. Skúlagongd verður ikki roknað upp í royndartíðina.
   Stk. 3. Um lærlingur av orsøk, sum nevnt í § 36, stk. 1, er burtur frá virkinum í meira enn 1 mánaða í royndartíðini, verður hon longd samsvarandi.

   § 39. Um annar parturin ikki heldur skyldur sínar, kann hin parturin siga lærusáttmálan upp.
   Stk. 2. Um onkur týdningarmikil treyt fyri at gera lærusáttmálan er skeiv ella seinni dettur burtur, kann hin parturin siga sáttmálan upp.
   Stk. 3. Uppsøgn eftir stk. 1 ella 2 skal fara fram innan ein mánaði eftir, at uppsigandi parturin hevur fingið kunnleika um viðurskiftini ella eftir vanligum sketni skuldi havt fingið kunnleika til viðurskiftini, sum uppsøgnin er grundað á.
   Stk. 4. Eykaundirvísingin sbr. § 9, stk. 4 kann ikki leggjast til grund fyri uppsøgn av lærusáttmálanum.
   Stk. 5. Verður lærlingur útihýstur frá skúlagongdini sambært § 30, fellur lærusáttmálin burtur.

   § 40. Ósemja millum lærling og lærupláss kann einans verða løgd fyri viðkomandi yrkisnevnd, sum skal royna semju.
   Stk. 2. Um so er, at semja ikki fæst í lag eftir 1. stk., kann málið verða lagt fyri eina sáttmálanevnd, smb. § 41.
   Stk. 3. Ósemja kann ikki leggjast fyri dómstól ella aðrar myndugleikar enn teir, sum nevndir eru í stk. 1 og 2, samanber tó § 42, stk. 4.

   § 41. Trætur kunnu leggjast fyri eina sáttmálanevnd við 3 limum. Landsstýrismaðurin setur sáttmálanevndina. Yrkisfeløgini fyri avvarðandi yrkisgrein velja hvønn sín lim. Landsstýrismaðurin velur triðja limin, ið er formaður og skal verða løgfrøðingur.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur fyri virkisøki sáttmálanevndarinnar.

   § 42. Sáttmálanevndin kann seta lærusáttmála úr gildi og taka støðu til spurningin um endurgjald.
   Stk. 2. Sáttmálanevndin kann bert taka støðu til spurningar um tulking av arbeiðsmarknaðarsáttmálum, tá ið sáttmálanevndarlimirnir eru samdir.
   Stk. 3. Úrskurðirnir hjá sáttmálanevndini kunnu fullgerast eftir reglunum í rættargangslógini um tvingsilsfullgerð av dómum.
   Stk. 4. Í seinasta lagi 8 vikur eftir úrskurð sáttmálanevndarinnar kunnu partarnir leggja málið fyri Føroya Rætt.

   § 43. Skúlin hevur skyldu at skaðatryggja teir lærlingar, sum eru í skúla samsvarandi hesi lóg, um lærlingarnir ikki á annan hátt eru skaðatryggjaðir undir skúlagongdini.

Kapittul 8
Aðrar ásetanir

   § 44. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri, tá ið tað ræður um at fremja útbúgvingarroyndir, víkja frá reglunum í 3. og 4. kapitli í hesi lóg. Yrkisútbúgvingarráðið ger tilmæli um hetta.

   § 45. Landsstýrismaðurin ásetur, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, gjøllari reglur um undirvísingarførleika.

   § 46. Kærur um avgerðir skúlanna, kunnu, eftir gjøllari av landsstýrismanninum ásettum reglum, leggjast fyri landsstýrismannin.

Kapittul 9
Gildiskoma og skiftisreglur

   § 47. Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999, tó soleiðis, at 5. kapittul kemur í gildi 1. januar 1999.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum reglur um, hvussu lógin verður nýtt fyri yrkisútbúgvingar, ið eru byrjaðar, men ikki endaðar, áðrenn henda lóg kemur í gildi. Skulu higartil galdandi reglur nýtast, ásetur landsstýrismaðurin eisini reglur um at flyta virksemið, ið liggur hjá ráðum o.ø. eftir higartil galdandi reglum, til teir myndugleikar, sum skulu umsita skipanina eftir hesi lóg.
   Stk. 3. Samstundis sum henda lóg kemur í gildi, fer løgtingslóg nr. 29 frá 12. oktober 1954 um lærlingaviðurskifti, við seinri broytingum, og løgtingslóg nr. 128 frá 21. mai 1993 við seinni broytingum um tøkniligar yrkisútbúgvingar, úr gildi.

Slutnoter Endanotur

1) Broytt við løgtingslóg nr. 15 frá 16. mars 2006

2) Broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002

3) Broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 10. mai 2000

4) Broytt við løgtingslóg nr. 17 frá 20. apríl 2004

5) Broytt við løgtingslóg nr. 107 frá 20. desember 2002. § 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: "Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2003."