Sum limur í Samverk eru lønarviðurskifti tíni í tryggari legu. Samverk er millum størstu fakfeløg í Føroyum. Endamálið er at fylkja krambafólk, sølufólk, skrivstovufólk, teknisk starvsfólk og aðrar fakbólkar á økjum, sum kunnu samanberast. Harumframt skal felagið fylkja lærlingar á somu økjum fyri at fremja felags áhugamál.
Rokna tína løn út her.
Felagið varð stovnað í 1940 og var virkið fram til 1945. Í 1973 varð tað endurstovnað og hevur síðan verið týðandi partur av føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tað eru oman fyri 1400 limir í felagnum. Hin yngsti er 12 ár og teir elstu eru komnir til vanligan penjónsaldur. Góð 65% av limunum eru kvinnur.