Viðtøkur fyri Lívstrygginargrunnin hjá Samverk
§ 1 Navn og heimstaður
Navn grunsins er Lívstryggingargrunnurin hjá Samverk. Heimstaður grunsins er Tórshavn.
§ 2 Endamál
Endamál grunsins er at tekna lívstryggingar og aðrar tryggingar fyri limirnar hjá Samverk.
§ 3 Limir
Stk. 1. Limir í Samverk sum lúka fylgjandi krøv, eru fevndir av lívstryggingini hjá Samverk:
§ 4 Nevndin
Stk 1. Nevndin og forfólk er tann sama, sum mannar nevndina í Samverk.
Stk. 2. Nevndin er viðtøkuførð tá minst formaður og tveir nevndarlimir ella 4 nevndarlimir eru á fundi. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Um atkvøðurnar standa á jøvnum er formansins atkvøða avgerðandi og um formaður ikki er á fundinum og tað stendur á jøvnum, fellur uppskotið.
§ 5 Ársaðalfundur og eykaaðalfundur
Aðalfundur og eykaaðalfundur fylgir reglunum hjá Samverk og verður hildin saman við aðalfundinum hjá Samverk.
§ 6 Arbeiði nevndarinar
Stk. 1. Nevndin hevur yvirskipaðu leiðslu grunnsins um hendi, samsvarandi hesum lógum, og lógum hjá Samverk. Nevndin tekur avgerð um hvussu umsiting grunsins skal fara fram.
Stk. 2. Nevndin skal síggja til, at bókingar og ognarumsiting grunsins fara fram og at nøktandi eftirlit er við hesum virksemi.
Stk. 3. Nevndarformaðurin skal síggja til, at nevndin hevur fund, tá hettar er neyðugt. Í minsta lagi skal nevndin møtast einaferð um árið.
Stk. 4. Tað skal førast gerðabók yvir fundir í lívstryggingargrunninum.
Stk. 5. Nevndin fær samsýning eftir reglugerðunum um fundarpening hjá Samverk.
§ 7 Ársroknskapur og grannskoðan
Stk. 1. Roknskapur grunsins er kalendaraárið. Roknskapurin, sum javna, úrslitauppgerð og frágreiðing, verður settur upp sambært ásetingarnar í galdandi lóggávu.
Stk. 2. Ársroknskapinum skal skrivast undir av nevndini, umframt við átekning av grannskoðarunum. Ársroknskapurin verður lagdur fram á aðalfundinum hjá Samverk, sum eisini er hægsti mynduleiki hjá lívstryggingargrunninum.
Stk. 3. Roknskapur grunnsins verður grannskoðaður av grannskoðaranum hjá Samverk.
Stk. 4. Roknskapurin verður framlagdur til góðkenningar á aðalfundinum hjá Samverk, sum eisini er hægsti mynduleiki hjá Lívstryggingargrunninum hjá Samverk.
§ 8 Lívstryggingargrunsins ognir og umsiting av ognum
Stk. 1. Inntøkur grunsins fevna um lívstryggingargjald frá arbeiðsgevara hjá limunum hjá Samverk, rentur, vinningsbýti v.m. av innskoti.
Stk. 2. Fæ grunnsins kann ikki nýtast til annað endamál, enn samlagstryggingar og aðrar tryggingar av limunum hjá Samverk.
Stk. 3. Fæið skal umsitast við tí endamálið, at fáa mest møguligan vinning, nøktandi trygd og vaksa um realvirði grunnsins. Tá støða skal takast til hvussu fæ grunsins skal umsitast, skulu bert takast saklig handislig atlit.
Stk. 4. Endamálið við at vaksa um fæ grunsins er, at tryggja, at veitingarnar úr grunninum kunna varveitast og helst hækkast hvørt ár.
§ 9 Veitingar úr lívstryggingargrunninum
Stk. 1. Trygging við deyða: Sí faldara um upphæddir.
Stk. 2. Hættislig sjúka: Sí faldara um upphæddir
Stk. 3. Barnatrygging: Sí faldra um upphæddir
Stk. 4. Lokaupphædd: Sí faldara um upphæddir
Stk: 5. Avlamnisupphædd: Sí faldra um upphæddir
Stk. 6. Endurgjald fyri hoyritól
Stk. 7. Hesar upphæddir verða dagførdar einaferð um ári av nevndini.
Stk. 8. Upphæddirnar verða útgolnar eftir samstarvsavtalu millum Føroya Lívstrygging og Samverk.
§ 10 Viðtøkubroytingar
Stk. 1. Avgerð um broyting av viðtøkunum í § 3 og § 9, verður tikin á vanligum nevndarfundi. Avgerðin er bert gyldug, um so er, at formaðurin og minst 3 nevnarlimir eru møttir á fundi og minst 4 av nevnarlimir eru fyri broytingini.
Stk. 2. Avgerð um broyting av øllum hinum viðtøkunum, verða tiknar á aðalfundi felagsins og eru bert galdandi um 2/3 av greiddum atkvøðum eru fyri.
§ 11 Avtøka av Lívstryggingargrunninum
Avgerð um avtøku av lívstryggingargrunninum, uttan likvidatión við, at samlaða ogn og skuld grunsins verður latin til annan lívstryggingargrunn ella tryggingarfelag, til frama fyri starvsfólk í yrki sum Samverk umboðar, kann fara fram við aðalfundarsamtykt, um so er at 9/10 av greiddum atkvøðum eru fyri uppskotinum.
§ 12 Gildiskoma
Hesar viðtøkur eru samtyktar á stovnandi nevndarfundið tann 28.11.2006 og eru galdandi frá 1. januar 2007
Seinast broyttar á nevndarfundið 15.11.2007
Henda reglugerð er staðfest á aðalfundi 16.2.2008
Upphæddirnar seinast broytar á nevndarfundi 30. okt. 2008
Upphæddirnar seinast broytar á nevndarfundi novembur 2009
Upphæddirnar seinast broytar á nevndarfundi novembur 2010
Upphæddirnar seinast broytar á nevndarfundi novembur 2011
Upphæddirnar seinast broytar á nevndarfundi novembur 2012
Upphæddirnar seinast broytar á nevndarfundi novembur 2013
Upphæddirnar seinast broytar á nevndarfundi novembur 2023
Nevndin
Pætur Niclasen – Heildi Gullaksen - Palma Petersen – Eyðgerð Jónhardsdóttir – Sylvia Thomassen