Upphæddirnar á samlagstrygging fyri 2026
Galdandi frá 1.1.2026 hava limir í Samverk hesi rættindi til lívstrygging o.a.:
Trygging við deyða 850.000 kr. galdandi fram til 45 ára aldur. Siðan lækkar upphæddin árliga við 18.636 kr. til 440.000 kr. til tá ein kemur til eftirlønaraldur.
Hættislig sjúka: 240.000 kr.
Hættislig sjúka - børn: 240.000 kr.
Lokaupphædd: 103.022,50 kr.
Avlamisupphædd: 335.000 kr. galdandi fram til 45 ára aldur. Upphæddin lækkar síðan javnt til og við 59 ára aldur niður til 51.000 kr.
Frá 60 ár og fram til eftirlønaraldur er tryggingarveitingin 26.000 kr.
Ískoyti til hoyritól. Endurgoldið verður upp til 4.000 kr. fyri hvørt hoyritólið.
Allar omanfyri nevndu tryggingar eru teknaðar hjá Føroya Lívstrygging
Heiltíðar vanlukkutrygging frá TRYGD á 1. mio kr.
Tyggiskaði: tryggingin fevnir um tyggiskaða og gevur rætt til endurgjald upp til 10.000 kr. til tannlæknaviðgerð, um tú t.d. brýtur eina tonn/plombu ella eina tannprotesu av at tyggja. Henda tryggingin er tekna hjá TRYGD.