Ein av teimum stóru tryggingarfeløgnum í Føroyum, hevur í hesum døgum sent sínum kundum bræv um, at allir tryggingarkundarnir hjá teimum fáa umleið 10% afturgoldið av tí upphædd ið teirra kundar hava rinda í tryggingargjaldið.
Tá ein fyritøka kann afturrinda 10% av tí ein kundi hevur rinda fyri teirra vørur, so er tað eitt tekin uppá, at fyritøkan hevur tikið 10% ov nógv frá teirra kundum.
Ístaðin fyri at lækka kostnaðin, soleiðis at ein rindar tað fyri vøruna ið svarar til tað vøran kostar, so endurrindar hendan tryggingarfyritøka, hesa ov nógva innkravdu tryggingarupphædd, út tá árið er liðugt.
Nú skal kundin rinda vanligan skatt av hesari upphædd, sum kundin fær aftur frá hesum tryggingarfelag.
Fyrst skal kundin rinda skatt av sínari inntøku, innan kundin kann rinda sínar rokningar til tryggingarfelagið. Tá so tryggingarfelagið hevur tikið ov nógv fyri sína vøru og ynskir at rinda tað aftur til kundan, so skal kundin rinda skatt av upphæddini, ið tryggingarfelagið rindar aftur til kundan. So kundin, ið hevur rinda ov nógv fyri sínar vørur frá tryggingarfelagnum, fær bert umleið 60% av tí upphædd, ið teir hava rinda ov nógv fyri vøruna..
Tá var tað ein nógv betur loysn fyri kundarnar, at tryggingarfyritøkan einans kravdi tí upphædd, ið tað kostar at keypa tryggingar hjá teimum.