Nevndin í Samverk hevur á nevndarfundið 24.11.2022 valt at hækka veitingarnar í okkara Samlagstrygging.
Frá 1.1.2023 eru upphæddirnar á okkara Samlagstrygging hesar:
Trygging við deyða 750.000 kr. galdandi fram til 40 ára aldur. Síðan lækkar upphæddin javnt árliga til 400.000 kr. tá ein er 66 ár.
Hættislig sjúka: 188.000 kr.
Hættislig sjúka - børn: 188.000 kr.
Lokaupphædd: 100.000 kr.
Avlamisupphædd: 300.000 kr. galdandi fram til 40 ára aldur. Upphæddin lækkar síðan javnt til og við 59 ára aldur niður til 20.000 kr.
Ískoyti til hoyritól: Endurgoldið verður upp til 4.000 kr. fyri hoyritólið.
Heiltíðar vanlukkutrygginga frá TRYGD á 600.000 kr.