Kunning um løn til tímalønt undir verkfallinum
Fleiri tímaløntir limir hjá Samverk hava vent sær til Samverk og kunna um, at arbeiðsgevarin hevur sent tey tímaløntu starvsfólkini til hús. Hettar tí tað er so lítið at gera í fyritøkuni, nú arbeiðarafeløgini eru í verkfalli.
Eitt tímalønt starvsfólk hevur krav uppá, at fáa í minsta lagi tað løn ið er avtala í einum setunarskrivið. Stendur tað í setunarskrivinum, at ein skal arbeiða í snitt 25 tímar um vikuna, so skal ein hava løn fyri í minsta lagi fyri 25 tímar hvørja viku.
At ein fyritøka hevur minni at gera eitt tíðarskeið, gevur ikki fyritøkuni rætt til at senda tímalønt starvsfólk til hús fyri at spara løn.
Vinarliga
Samverk