Herfyri kom fram, at ynskið hjá S&K felagnum um rættin til 6. frívikuna ikki varð gingið á møti, tá samráðingar vóru millum S&K felagið og FAG. Grundgevingin hjá FAG var, at frítíð er staðfest í lóg. Hetta hóast tey nógv flestu á almenna arbeiðsmarknaðinum fyri langari tíð síðani hava vunnið sær rættin til sættu frívikuna.
Lógarverkið skal ongantíð vera ein forðing fyri, at løntakarar kunna samráða seg til betur betri treytir - og so slett ikki, tá talan er rættindi, sum aðrir partar av arbeiðsmarknaðinum langt síðani hava vunnið sær rætt til, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Tí tekur Javnaðarflokkurin nú stig til at broyta lógina um frítíð soleiðis, at allir løntakarar hava sama rætt til sættu fríviku. Endamálið við uppskotinum er at javnseta løntakarar á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Ætlanin er, at broytingin kemur í gildi, tá verandi sáttmálar ganga út.
Um ein lóg, sum løgtingið hevur samtykt, verður sædd sum ein forðing, so noyðist løgtinið at endurskoða lógina soleiðis, at allir partar av arbeiðsmarknaðinum fáa sama rættin til sættu frívikuna, sigur Aksel V. Johannsen.
Hetta stendur at lesa á VP.FO 7.5.2021