Lønarsamráðingarnar 2021
19 apríl 2021 undirskrivaðu vit eina avtalu um nýggjan lønarsáttmála millum S&K felagið og FAG.
Hesin sáttmálin viðførir at pr. 1.5.2021 fellur gjaldið til okkara samlagstrygging burtur. Gjaldið var 2% av A-inntøkuna tó maks 350 kr.
- Frá 1.5.2021 verður samlagstryggingargjaldið trekt av eftirlønini av Føroya Lívstrygging.
- Frá 1.5.2021 lækkar limagjaldið til S&K felagið úr 2% niður til 1,75% av A-inntøkuni. Maks gjaldið verður 400 kr.
- Frá 1.8.2021 hækkar eftirlønin úr 13,74% til 15%.
- Frá 1.8.2021 hækkar lønin við 1,04%
- Frá 1.5.2022 hækkar lønin við 1,25%
- Frá 1.5.2021 er ein orðing komin í sáttmálan, sum sigur at í §9 stk. 2. Minsta samsýning til klinikkassistent, sum hevur tilkalluvakt eftir vanligu arbeiðstíðina, er løn fyri 2 tímar. Eisini er komin ein orðing í sáttmálan §14 stk. 1. Um klinikassistentur eftir áheitan frá arbeiðsgevara tekur serlig førleikamennandi skeið innan yrki, eigur at avtalast við starvsbyrjan ella áðrenn farið verður á skeið, um hetta hevur viðbót.