Formaðurin í Samverk hevur verði á kunnandi fundum á Miðnámi í Vestmanna fríggjadagin 25 mars og í Hovi mánadagin 28 mars.
Tað bleiv kunna um hvussu tann føroyski arbeiðsmarknaðurin virkar við arbeiðsgevarafelagið og fakfeløgunum, lógum, arbeiðseftirlitið o.a. Tað bleiv kunna um skyldur ein hevur sum starvsfólk og eisini um rættindi ein hevur sum starvsfólk á einari fyritøku.
Tað bleiv kunna um, at Samverk er eitt fakfelag, ið umboðar ein stóran part av teimum ungu, ið arbeiða eftir skúlatíð og tey flestu ið ganga á Miðámi, arbeiða nógvar tímar um vikuna. Hesi ungu, ið arbeiða nakrar tímar um vikuna, blivu kunnaði um, at eru tey limir í Samverk, hava tey somu rættindi, ið aðrir limir í Samverk hava til hjálp og ráðgeving og hava somu samlagstryggingar, ið allir aðrir limir í Samverk hava.
Eisini bleiv tað skipa fyri pallborðsfundið, har umboð fyri teir politisku flokkarnir vóru bjóða við til eitt orðaskiftið um ung á arbeiðsmarknaðinum.
Tað vóru yvir 100 ung miðnáms lesandi til hettar tiltak.
Hettar tiltak bleiv sett á skrá, eftir at KVF hevði eitt tíðindainnslag um hvat ung vita um fakfeløg og føroyaska arbeiðsmarknaðin.