Gleðilig Jól og gott nýggjár
Nú vit eru komin út í desembur og vit eru byrja at stákast til jólar, vilja vit
senda øllum okkara limum eina jóla- og nýggjársheilsan.
Samverk hevur eina av Føroya bestu lívstryggingum. Frá 1. januar 2026
verður hon enn betur.
Vit hava hækkað allar okkara tryggingarveitingar.
Vit kunnu t.d. nevna, at Heiltíðar Vanlukkutryggingin fer frá 600.000 kr.
upp í 1 mio kr.
Lívstryggingin við deyða fer frá 825.000 kr. til 850.000 fyri limir til og við
45 ára aldur. Fyri tey, ið eru eldri enn 45 ár, hækkar veitingin samsvarandi.
Tryggingin fyri hættisliga sjúku fer frá 220.000 kr. upp í 240.000 kr.
Lokaupphæddin fer frá 101.500 kr. upp í 103.022,50 kr.
Sum nakað nýtt, hevur Samverk teknað eina nýggja trygging, ið nevnist
“Tyggiskaði.” Hon dekkar um ein brýtur eina tonn/plombu, tá ein tyggir
okkurt. Hon dekkar viðgerðir upp til 10.000 kr.
Sum nakað annað nýtt, fáa allir limir í Samverk, ið arbeiða 5 tímar ella
meira um dagin, rætt til løntan døgurasteðg frá 1. januar 2026.
Allir limir í Samverk fara 1. mai 2026 3,87% upp í løn.
Allir limir, og tey ið eru áhugaði í at gerast limir, eru altíð vælkomin at seta
seg í samband við Samverk, antin við at skriva til samverk@samverk.fo
ella við at ringja á tel. 66 60 60 - um tað er okkurt tey ivast í, í samband
við teirra arbeiðsviðurskifti ella tryggingarviðurskifti.
Tit finna eisini nógva kunning á heimasíðu okkara www.samverk.fo
Gleðilig jól og gott nýggjár
SAMVERK
Pætur Niclasen, Palma Petersen, Sylvia Thomassen,
Eyðgerð Jonhardsdóttir, Margretha T. Sigurðsson og Elin Christiansen.