P/F Fakfelag hevur keypt LÍV
P/F Fakfelag hevur í dag keypt ognarlutin frá Landsstýri í LÍV, talan var um 16,67%. Frammanundan átti P/F Fakfelag 33,33%. Sostatt eigur P/F Fakfelag nú 50% og Ognarfelagið LÍV eigur 50% í P/F Tryggingarfelagið LÍV.
Á almennari móttøku í hølunum hjá Starvsfelagnum, varð keypsavtalan undirskrivað.
P/F Fakfelag hevði í einum tíðarskeiði upp til 10 ár, frá 1. september at rokna, rætt til at keypa ognarlutin, sum Føroya Landsstýri átti í felagnum, soleiðis at samlaði ognarluturin fór at gerast 50% av felagnum.
“Vit í P/F Fakfelag fegnast um, at tað trý ár áðrenn freistina hevur eydnast okkum at keypa ognarlutin frá Føroya Landsstýri”, sigur Pætur Niclasen nevndarformaður og talsmaður fyri P/F Fakfelag.
Við søluni av LÍV er tað kundin, sum eigur LÍV Samtakið umvegis Ognarfelagið LÍV og P/F Fakfelag. Samhaldsfasta skipanin hjá LÍV sæst aftur í lækkandi umsitingargjaldi, tá kundarnir standa saman um felagið. 1. januar 2023 lækkaði fasta árliga umsitingargjaldið frá kr. 300 til kr. 180, meðan leypandi umsitingargjaldið av inngjaldinum lækkaði frá 5% til 4%.
Í P/F Fakfelag eru 21 fakfeløg, tey eru: Aktitektafelag Føroya, Bioanalytikarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Felagið Føroyskir Radiografar, Føroya Byggifrøðingafelag, Føroya Handverkarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Føroya Verkfrøðingafelag, Fysioterapeutfelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Heilsuhjálparfelag Føroya, Heilsurøktarfelagið, Kost- og Føðslufelag Føroya, Ljósmøðrarfelag Føroya, Maskinmeistarafelagið, Musikklærarafelag Føroya, Samverk, Starvsfelagið og Yrkisfelagið Miðnám.
Her er mynd av nevndini hjá P/F Fakfelag.
Frá vinstru: Jógvan Philbrow, Borgný Mohr, Ólvua í Gong, stjóri, Pætur Niclasen, nevndarformaður, Súni Selfoss, Annfinnur Garðalíð og Suni Simonsen.