Fríggjadagin 22.4.2022 var skipa fyri einum kunningartiltaki fyri fólki frá Ukraina, ið eru komin til Føroyar, tí tey eru rýmd undan ræðuleikunum í henda í teirra heimlandi.
Tað vóru starvsfólk í Vinnuhúsinum ið umboða Føroya Arbeiðsgevarafelag ið skipaðu fyri hesum tiltakinum.
Har var kunna um hvussu arbeiðsmarknaðurin í Føroyum er skipaður við sáttmálum millum arbeiðsgevarar og fakfeløg og at tey flestu á tí Føroyska arbeiðsmarknaðinum eru skipaði í fakfeløg.
Har vóru umboð frá ALS, ið greiddi frá, at tey kunna hjálpa til við at finna arbeiði til øll í venda sær til ALS.
Eisini vóru umboð frá TAKS, ið greiddu frá okkara lønarskipan og skattaskipan.
Har vóru eisini umboð fyri aðrar viðkomandi almennar stovnar ið eru viðkomandi fyri hesi stakals fólk, ið standa púra á berum.
Formaðurin í Samverk var eisini boðin við til hettar tiltak, tí so fingu hesi fólkini møguleika til at seta seg í samband við hann og spyrja hann um ráð og vegleiðing, um tey høvdu brúk fyri tí.
Vónandi verða tey væl móttikin í Føroyum og fáa eina jaliga mynd av Føroyska samfelagnum og fólkinum ið her búgva og virka.