Tað hevur verði nógv prát um útlendska arbeiðskraft í Føroyum hesar seinastu vikurnar.
Tíbetur eru tað ikki øll arbeiðpláss, ið fara illa við sínum útlendsku starvsfólkum.
Okkum kunnungt, so eru flest arbeiðspláss í Føroyum hampulig ímóti øllum sínum starvsfólkum og geva starvsfólkunum tað løn tey hava rætt til.
Í Samverk eru heilt nógv útlendsk starvsfólk limir. Hesir limir fáa øll lønarseðlar frá sínum arbeiðsgevara og hava tey ivamál viðv. lønini, venda tey sær til okkum við teirra ivamálum. Av tí at tey hava fingið lønarseðlar, er lætt at finna útav um nakað skeift er fari fram ella ikki. Tað kemur fyri, at okkurt er skeift skrásett, men tað verður rættað beinavegin vit vísa á feilin.
Fyri at umganga at tílíkar støður ,sum tann ið hevur verði umrødd alment nú tær seinastu vikurnar, uppstanda, er at seta krav fram um at útlendsk arbeiðskraft, ið kemur til Føroyar gjógnum Fast Track skipanina, eru limir í fakfelagið og at arbeiðsgevarir halda lógini, um at senda øllum sínum starvsfólkum lønarseðlar.
Tá er lætt at kanna um starvsfólk fáa tað løn tey hava rætt til.