Lønarhækkan 1 mai 2024 á 4,04%
1 mai hækka allar lønirnar hjá limum í Samverk við 4,04%.
Oftani hevur tað verði ein misskiljing, at limir í hava eina hægri løn enn hvat minstulønin er, halda seg ikki hava rætt til hesa lønarhækkan.
Tað eru allir limir ið Samverk ið hava rætt til at fáa hesa lønarhækkan á 4,04%. Bæði limurin ið forvinnur 23.344,05 kr. um mánaðin við einari tímaløn á 128,91 kr/t og limurin ið forvinnur 40.000 kr. um mánaðin við einari tímaløn á 230,77 kr/t
Allir limir í Samverk eiga at fara 4,04% upp í løn 1 mai 2024.
Hettar bleiv avtala við Arbeiðsgevarafelagið við lønarsamráðingarnar í apríl 2023.