Vælkomin á aðalfund hjá Samverk leygardagin 4. juni 2022
Aðalfundurin hjá Samverk verður leygardagin 4. juni 2022 kl. 17:00
á Hotel Hilton
Skráin fyri aðalfundin verður hendan:
1. Velja fundarstjóra.
2. Ársfrágreiðing hjá formanninum.
3. Framløga av ársroknskapinum hjá Samverk og grunnunum
hjá Samverk.
4. Fakligt innlegg. Umboð fyri Betri Banka, Markets, koma at greiða
frá íløgurøkt hjá Samverk.
5. Kaffisteðgur.
6. Umboð fyri Virka greiða frá tilgongdini at skapa ein nýggjan
samleika til felagið, ið fór frá at kallast S&K felagið til Samverk,
og at gera nýggja heimasíðu til Samverk.
7. Val av tveimum nevndarlimum. Palma Petersen og Emy Sólvitsdóttir
standa fyri vali. Báðar stilla upp aftur. Heidi Gullaksen er stilla upp til nevndina. So tað verður kampval á aðalfundinum.
8. Val av tveimum tiltakslimum.
9. Innkomin uppskot. Uppskot er komið til aðalfundin, at nevndin
kann kalla til aðalfund við at lýsa til aðalfund á heimasíðu felagsins
og senda teldupost til limir felagsins.
10. Orðið er frítt.
Samverk bjóðar til 3-rættaða mátskrá eftir aðalfundin. Gott undirhald
verður undir borðhaldinum. Tí er neyðugt at melda seg til aðalfundin
við at boða frá luttøku á telduposti samverk@samverk.fo í seinasta
lagi mikudagin 25. mai 2022.