Útgjald av lívrentu eigur at verða eins til kvinnur og menn, tá inngjaldið er tað sama.
Lógtingi hevur eitt mál á tingi í dag um útgjald av lívrentu til kvinnur og menn.
Tað er komi fram, at útgjaldið av lívrentu er ikki eins hjá kvinnum og monnum, sjálvt um inngjaldið er eins.
Tað eru komnar fleiri áheitanir frá ymiskum áhugabólkum, ikki limum í S&K, men áhugabólkar uttanfyri S&K felagið.
Hesir áhugabólkar vilja hava okkum, sum ein av mongu eigaranum í Føroya Lívstrygging, at leggja trýst á Føroya Lívstrygging, at broyta hesa skipan, soleiðis at útgjald av lívrentu til kvinnur og menn verða javnsett.
Sjálvandi vilja vit, at útgjaldið av lívrentu til kvinnur og menn eigur at verða útrokna á sama hátt.
Men vit halda ikki, at tað er rætt, at tá tað er kapping á økinum, at vit fara inn og leggja trýst á tann eina partin, sum liggur i kapping við aðrar útbjóðarar. Vit vilja ikki skeikla kappingina á økinum.
Tí er tann rætti vegurin, at fáa lógtingið at samtykja, at lívrentu útgjald eigur at roknast eins fyri kvinnur og menn.
So slepst undan at eftirlønarveitarir kunna fara at misbrúka, at ein annar eftirlønarveitari javnstillar kynini í útrokningini av útgjaldinum av lívrentuni.
Vit eru nú í 21 øld, vit eru komin í 2020. Lønarmunurin millum mann og kvinnu fyri sama arbeiði hvarv í 1981. Lati okkum semjast um, at hettar er eitt mál, har vit øll eiga at verða samd um, at tað ikki longur skal verða munur á um ein er kvinna ella maður, tá útrokning av lívrentuni skal roknast.
Tí eigur lógtingi at samtykja, at soleiðis skal tað verða.