Barsilsskipanin
Vit hava eina barsilsskipan, ið er broytt til tað betra tey seinastu árini, har serliga tíðin ein kann verða í barsil, er longd nakrar ferðir, so barsilstíðin í dag er 12 mánaðir.
Men barsilsskipanin er ikki lítaleys.
Serliga er tað upphæddin ein fær, ið ikki hevur fylgt við tíðini. Hægsta upphædd ein kann fáa úr barsilsskipanini í dag er 25.000 kr. Henda upphædd hevur staðið í stað í yvir 18 ár og er ikki hækkað tá lønir og aðrar veitingar annars eru hækkaðar.
Er tíðin ikki farin frá, at tað er avmarking á hvussu høga veiting barsilsskipanin kann rinda út?.
Hví skal ein mamma, ið hevur fingið 35.000 kr. í løn um mánaðin fara yvir 10.000 kr. niður í løn, tá hon ríkar okkara samfelag við sínum barni. Hon fer ikki einans niður í løn. Henda mamman hevði eisini eina eftirlønaravtalu um at hon hevði rætt til 15% í eftirløn. Frá barsilsskipaini fær hon einans ásetta lógarásetta minsta eftirlønarinngjaldið, sum í 2022 er 8%.
So henda mamman, ið innan hon fekk sítt barn, fekk 35.000 kr. í løn um mánaðin + 5.250 kr. í eftirløn.
Nú hon hevur ríka okkara samfelag við sínum barni, fær hon einans 25.000 kr. í løn frá barsilsskipanini minus 2.000 kr. í eftirløn, ið verður trekt av teimum 25.000 kr., soleiðis at lønin einans verður gott 23.000.
Hettar gevur henni eina minni inntøku á 15.250 kr. um mánaðin ella 183.000 kr. yvir 1 ár.
Vilja vit sum samfelag bjóða okkara komandi foreldrum henda missin.
v/Pætur Niclasen
Samverk