Leygardagin 9. marts 2024 helt Samverk aðalfundin hjá felagnum. Heili 100 fólk vóru møtt upp á aðalfundinum.
Formaðurin Pætur Niclasen stóð fyri vali. Hann var einasta valevni, so Pætur Niclasen heldur fram sum formaður 3 ár afturat.
Sum tiltakslimir blivu Ana Patursson og Margretha T. Sigurðsson valdar.
Nevndin hevði lagt uppskot fram um at leggja Samlagstryggingargrunnin og Lokaupphæddargrunnin saman til ein grunn. Tað bleiv samtykt og framyvir verður tað samlagstryggingargrunnurin ið kemur at standa fyri øllum lívstryggingunum og lokaupphæddarútgjaldinum hjá limunum hjá Samverk.
Eftir aðalfundin bjóða Samverk til 3. rættaða matskrá á Hotel Hilton.
Her eru nakrar myndir frá borðhaldinum.