Tá í tú fert í nýtt starv, sum varar meir enn 1 mánaða, og sum í miðal er meira enn 8 tímar um vikuna skalt tú sambart lóg hava setanarskriv frá arbeiðsgevaranum.
Í einum setanarskrivið skal hesar upplýsingar framganga:
-Navn og bústaður hjá løntakara og arbeiðsgevara.
-Nær starvssetanin byrjar.
-Starvstaðið
-Arbeiðstíð
-Starvsøki
-Starvsaldur
-Hvør sáttmáli er galdandi (sáttmálin millum Samverk og FAG)
-Hvørjum fakfelag tú er í (Samverk)
-Løn
-Eftirløn
-Nær løn verður útgoldin
-Feria og feriupengar
-Møguligar aðrar avtalur í samband við starvssetanina
Arbeiðsgevarin hevur sambart lóg skyldu at geva tær setanarbræv, sum inniheldur omanfyrinevndu viðurskifti.