Lønarsamráðingarnar 2024 millum FAG og arbeiðarafeløgini
Tað gongur illa at fáa partarnar í hesari lønarósemjuni, at finna eina loysn, ið báðir partar kunna liva við.
Hví er tað so.
í KVF hoyrdu vit Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum tosa um at krøvini hjá arbeiðarafeløgnunum komu at kosta arbeiðsgevaranum um 700.000.000 – 800.000.000 kr. Samstundis hava vit hoyrt Sonju Jógvansdóttir, umboð fyri arbeiðarafeløgini siga, at teirra krøv er um 10 kr/t hvørt ár í 2 ár. Altso 20 kr. íalt yvir 2 ár.
Í einum arbeiðsárið roknar ein eina viku til 40 tímar x við 52 vikur = 2080 arbeiðstímar.
20 kr. yvir 2 ár kostar altso arbeiðsgevaranum 41.600 kr. eyka fyri hvørt starvsfólk um árið.
Tá lønarkravi kostar 41.600 kr. eyka fyri hvørt starvsfólk og Niels Winther sigur at tað kostar um 700.000.000 – 800.000.000 kr. eyka, so má Niels Wintehr rokna við at tað eru 750.000.000 dividera við 41.600 = 18.029 starvsfólk hann tosar um.
Her er okkurt ið ikki stemmar, tí Sonja Jógvansdóttir sigur, at arbeiðarafeløgini samráðast fyri teirra limum, ið eru um 5.000 starvsfólk. Altso ein munur á 13.290 starvsfólk.
Eykakostnaðurin fyri 5.000 starvsfólk, um tey fáa 20 kr. eyka tilsamans fyri tvey ár, er 5.000 starvsfólk x 20 kr x 2.080 tímar = 208.000.000 kr. Altso knappar 542.000.000 kr. minni enn tað í Niels Winther greiddi frá í KVF.
Hvar finnur Niels Winther hesi 13.290 starvsfólkini, ið arbeiðarafeløgini ikki kennist við.
Ella hava arbeiðarafeløgini kraft fyri sínar 5.000 limir dividera við 750.000.000 kr. = 150.000 kr. um árið fyri hvønn lim, ella knappar 72 kr/t.
Her eru í hvussu so er nøkur tøl í ikki stemma.
Tey tølini ið vit kenna nøkurlunda við vissu er m.a. limatali hjá arbeiðarafeløgunum, ið er á um 5.000 limir.
Sonja Jógvansdóttir sigur at arbeiðarafeløgini hava kraft 2 x 10 kr. samanlagt 20 kr. yvir 2 ár á tímalønina.
Tað gevur ein eyka kostnað á 208.000.000 kr. til arbeiðsgevaranar.
Tá lønin hækkar, so hækkar gjaldið til eftirløn o.o. sosial gjøld sjálvandi eisini nakað.
Eg vil vinarliga heita á stríðandi partarnar, um ikki at grugga samráðingarnar, við at koma við villeiðandi upplýsingum til okkum uttanfyristandandi.
Eg vil ynskja tykkum, ið stríðast til hesar lønarsamráðingarnar, alt besta.
Vónandi finna tit skjótt eina semju.
Samverk