Tað verður kampval á aðalfundinum 25 mars 2023.
Poula Gaardbo, ið hevur siti í nevndini hjá Samverk í nógv ár, stillar ikki uppaftur.
Eyðgerð Jonhardsdóttir, ið situr í nevndini í dag, stillar uppaftur.
Samverk hevur fingið nakrar fyrispurningar frá limum, ið eru áhugaðir ið at stilla upp og eisini frá limum ið vilja stilla onkran starvsfelag upp til nevndina hjá Samverk.
Nevndarsamansetingin hjá Samverk verður so broytt eftir komandi aðalfund.
Vit koma at leggja út her a heimasíðuna so hvørt sum ein konkret uppstilling er komin til Samverk.