Nevndin í Samverk vil ynskja øllum limum í Samverk eitt gott og eyðnuberandi nýggjár.
Vit vilja takka fyri 2021 og vóna alt tað besta fyri 2022.
Vit vilja kunna um, at lønin hjá øllum limum í Samverk hækkar 1,25% 1.5.2022.
Vit hava ikki sett dato á enn nær aðalfundurin verður. Sum støðan við Korona er beint nú, so verður ringt at halda ein aðalfund. Men vónandi verður støðan betur tá vit koma út móti várinum. Aðalfundurin skal haldast millum mars-juni, so vit hava góða tíð til at finna ein dato til at halda aðalfundin. Á aðalfundinum í verður, verður m.a. nevndarval, har tveir nevndarlimir standa fyri vali.
Pr. 1.1.2022 hava vit hækka veitingarnar í okkara samlagstrygging. Upphæddirnar síggja tit undir Lívstryggingar á heimasíðuni hjá Samverk.