Hvat vil FAG, Føroya Arbeiðsgevarafelag
Síðan verkfalli byrjaði mánadagin, hevur ein upp í saman hoyrt FAG tosa um at starvsfólk, ið ikki eru í einum fakfelagið, eiga at møta til arbeiðis og taka verkfallsrakt arbeiði á seg.
At royna at tvinga fólk, ið ikki eru skipaði í einum fakfelagið til arbeiðis, longir bara um verkfalli. Tað kemur onki gott burturúr tí. Hvat er endamálið hjá FAG, við at royna at leingja um verkfalli.
Eitt verkfall FAG sjálvir hava framskunda, við at gevast við at royna at finna eina semju við arbeiðarafeløgini.
FAG sendi boð eftir semingsstovninum, tað fingu vit at vita í Bredanum.
Tað vil siga, at FAG ikki sær seg føran fyri at koma á mál við einari semju við arbeiðarafeløgini. FAG vil hava onnur at gera arbeiði fyri seg og leggur samstundis fótonglar út, fyri at fora fyri at verkfalli skjótast møguliga endar. Hettar við at fáa starvsfólk, serliga útlendingar, ið ikki eru í einum fakfelag, at átaka sær verkfallsrakt arbeiði. Hettar er ein sera ódomligur arbeiðsháttur av FAG.
Fakfeløgini síggja helst, at allir arbeiðsgevarir eru í FAG. Fakfeløgini vilja eisini hava, at allir lønmóttakarir eru limir í einum fakfelagið. Hettar er fyri, at hava ein so væl skipaðan arbeiðsmarkna sum gjørligt. Tað burdi verði sama stevnuskrá, sum FAG gekk eftir. Tíverri so sær tað ikki út til at verða so.
Eg vil koma við einari inniligari áheitan á FAG, Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Lati verkfallsrakt arbeiði fáa frið. Søkji um undantak har tað er neyðugt. Tað verða altíð nógv undatøk givin undir einum verkfalli.
Ikki royni at undirgrava skipanina við, at tað eru fakfelag og arbeiðsgevarafeløg, ið gera avtalur sína ímillum um lønarkarmarnar á arbeiðsmarknaðinum. Brúki ikki óskipaða útlendska abreiðsmegi, at seta kílar í hesa vælvirkandi skipan.
Tað er bert ein háttur, at fáa eitt verkfall at enda og tað er at seta seg við samráðingarborðið.
So mín inniliga áheitan á tykkum FAG og arbeiðarafeløgini er. Seti tykkum við samráðingarborðið aftur, tí tað er har semjan skal finnast.
v/Pætur Niclasen
Samverk