Rita inn

Lat aftur
Takk fyri!
Ein feilur er íkomin. Vinarliga set seg í samband við okkum
Vinarliga kanna at øll feltini eru útfylt.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur
ALS og Barsilsskipanin
Tíðindi
12. August 2022
Samverk/ Tíðindi/ ALS og Barsilsskipanin/

ALS og Barsilsskipanin

Í nógv ár var okkara barsilsskipan ikki tíðarhóskandi og tað er hon heldur ikki enn tann dag í dag, nú vit skriva 2022. 
Tó, tað hava verði batar tey seinastu árini. Barsilstíðin er longd, so hon í dag er 1 ár + 4 vikur. Tað er eitt gott og sikkurt nøktandi tíðarskeið.
Tað, ið er ein stórur eftirbátur í dag, er útgjaldið úr barsilsskipanini. Í dag fær ein kvinná ið er í barsil maks 25.000 kr. og tá er eftirlønin írokna. Hettar er sama upphædd sum fyri næstan 20 árum síðan. Hettar tíðarskeið er lønin á arbeiðsmarknaðinum hækka áleið 30%. 
Um barsilsútgjaldið skuldi haft fylgt við lønargongdini, so burdi útgjaldið verði 32.500 kr. + 15% í eftirløn. So har er ein stórur eftirbátur at fáa rætta uppá. 
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur boða frá, at frá 1.1.2023 hækkar útgjaldið uppí 27.000 kr. Men har var ongin útmelding, um hvussu ein kann fáa barsilsgjaldið enn longur upp.
Stjórin í Vinnuhúsinum hevur fleiri ferðir boða frá, at Vinnuhúsið mælir til, at barsilstíðin burdi lækka, fyri at fíggja eitt hægri útgjald. Tað merkir, at vit taka eitt skrit fram og tvey aftur. So tað er als ikki ein loysn. 
Nú vit tosa um at tað als ikki er ein loysn, kunna vit koma inn á ALS skipanina. 
Nógv hevur verði tosa um tann stóra pengakassa í er í ALS grunninum. Tað eru komin mong uppskot um hvat hesin pengakassin skal brúkast til. ALS skipanin er ein arbeiðsmarknaðar stýrd skipan, ið er undir eftirlitið av tí almanna. ALS grunnurin hevur eitt endamál og tað er tryggja einum, um ein kemur í tí keðiligu støðu, at verða uttan arbeiði í eina tíð. 
Tað er ikki meira enn 10-11 ár síðan, at umboð fyri arbeiðsmarknaðin, blivu kalla á fund við ALS leiðsluna, tí ALS var um at koma í eina fíggjarkreppu, tí kassin var um at verða tómur. ALS hevði gjaldføri til áleið 1 ár við táverandi gongd í Føroyum. Tíbetur vendi gongdin í Føroyum, arbeiðsloysi minkaði og kassin í ALS vaks aftur. Í árinum 2008-2011 vísti ALS veruliga sítt virði. Arbeiðsloysi var stórt og nógv fólk endaðu í ALS. Hettar viðførdi at tann vanlukkuliga støðan frá 1993 ikki endurtók seg, tá onki ALS var í Føroyum og yvir 6000 fólk fluttu úr Føroyum. 
So vit hava nógv at takka ALS skipanini fyri í dag og vit eiga at fara væl við henni og gleðast um at gjaldføri er gott hjá ALS. 
Nú í august 2022 kom leiðslan hjá ALS við einum tilmæli til landsstýrismannin, um at lækka inngjaldið til ALS eitt sindur og at tað skal hava virkna frá 1.1.2023.
Hví havi eg skriva um barsilsskipanina og ALS skipanina í sama skrivi. 
Tað er tað ein góð grund til. 
Tilmælið hjá Samverk til landstýrismannin vil verða, at tað sum gjaldið til ALS minkar, kann gjaldið til barsilsskipanina vaksa við. Soleiðis at barilsskipanin kann geva eitt útgjald, ið verður dagført hvørja ferð lønin á arbeiðsmarknaðinum hækkar við lønarsamráðingunum. T.d. kundi barsilsgjaldið verði tenkt at lønarhækkingini hjá Samverk. Um Samverk fær 3% lønarhækkan, so hækkar barsilsgjaldið eisini 3%. 
Miðast má eisini eftir at barsilsgjaldið kann innheinta tann missin, ið hevur verði hesi 20 árini og koma uppá áleið 35.000 kr. + 15% í eftirløn og ein føst skipan er, ið skal fyribyrgja, at gjaldið ikki aftur kemur at standa í stað tey næstu 20 árini. 
Við hesari loysn, kann ALS grunnurin og barilsskipanin mennast, til gagns fyri tað fólk í virkar og nørist í Føroyum. Hettar vildi verði ein virðulig loysn fyri tey fólk, ið ríka Føroyar við teirra børnum. 
Uttan børn er ongin framtíð. Tí eiga vit sum samfelag, at taka so væl ímóti øllum teimum børnum og teirra foreldrum, ið hava rætt til barsil.

ONNUR TÍÐINDI

12. Apríl 2024 Lønarhækkan á 4,04% 1. mai 2024
26. Mars 2024 Gleðiligar páskir
11. Mars 2024 Aðalfundurin hjá Samverk 2024
28. Februar 2024 Aðalfundurin 9. mars 2024
15. Februar 2024 Aðalfundurin hjá Samverk 9. mars 2024
16. Januar 2024 Aðalfundurin hjá Samverk er leygardagin 9 mars 2024 á Hotel Hilton
1. Januar 2024 Nýggjársheilsan
15. Desember 2023 Jólaheilsan frá Samverk
1. November 2023 Stuðulstiltak til frama fyri fríðar lønarsamráðingar
13. Oktober 2023 Broyting í barsilsútgjaldinum
12. Oktober 2023 Útgjaldið úr barsilsskipanin staðið í stað í 20 ár
21. September 2023 Eftirlønaraldur
4. September 2023 Myndir frá móttøkuni hósdagin, tá P/F Fakfelag keypti Føroya Lívstrygging
1. September 2023 P/F Fakfelag keypt Føroya Lívstrygging
1. September 2023 Hjartastartari er tøkur hjá Samverk
24. August 2023 Jalig limatilgongd
23. Juli 2023 Summarfrí 2023
15. Juni 2023 Kunningarfundur í Klaksvík og í Vági
2. Mai 2023 Lønarsamráðingarnar 2023 (1)
28. Apríl 2023 Nú hava okkara limir rætt til 6 vikurs feriu!
28. Apríl 2023 Samverk er fari til lønarsamráðingar við FAG í morgun 28.4.2023
28. Apríl 2023 Lønarsamráðingarnar 2023
27. Mars 2023 Aðalfundurin 2023 nevndarval
27. Mars 2023 Aðalfundur 2023 myndir
21. Mars 2023 Aðalfundurin leygardagin 25. mars og gisting á Hilton
13. Mars 2023 Nevndarval á aðalfundinum 25 mars 2023
21. Februar 2023 Aðalfundur hjá Samverk verður 25. mars 2023 . Aðalfundarskrá
21. Februar 2023 Kampval á komandi aðalfundinum hjá Samverk 25 mars 2023
15. Februar 2023 Aðalfundurin 25 mars 2023
30. Januar 2023 Umbygging av húsinum hjá Samverk
26. Januar 2023 Aðalfundur 2023 hjá Samverk
16. Januar 2023 Útlendsk arbeiðskraft í Føroyum
11. Januar 2023 Umboðráðsval til Ognarfelagið LÍV
16. Desember 2022 Upphæddirnar í okkara lívstrygging hækka pr. 1.1.2023
25. November 2022 Umboðráðsval hjá LÍV
2. September 2022 Stjóraskiftið á Hotel Hilton
12. August 2022 ALS og Barsilsskipanin
20. Juli 2022 Summarferia
28. Juni 2022 Granskingar ráðið
17. Juni 2022 Stjóraskiftið í FK
8. Juni 2022 Myndir frá borðhaldinum á aðalfundinum 4.6.2022
6. Juni 2022 Aðalfundurin hjá Samverk var hildin leygardagin 4.6.2022 á Hotel Hilton
6. Juni 2022 Aðalfundurin hjá Samverk 2022
17. Mai 2022 Kampval á aðalfundinum hjá Samverk leygardagin 4 juni 2022
9. Mai 2022 Aðalfundur hjá Samverk 2022
22. Apríl 2022 Kunningartiltak fyri fólk úr Ukraina
12. Apríl 2022 Barsilsskipanin
5. Apríl 2022 Kunning á Miðnámi
21. Mars 2022 "Vit býta út av tí vit forvinna", skrivar ein tryggingarfyritøka í skrivi til sínar kundar.
16. Mars 2022 Nýggj avtala við Trygd
11. Mars 2022 Limir í Samverk
10. Mars 2022 Nú tekur ein flokkur á tingið barsilsskipanina fram og vil broytingar
25. Februar 2022 Aðalfundurin hjá Samverk er ásettur til at verða 4.6.2022
7. Februar 2022 Barsilsskipanin 2022
31. Januar 2022 Avkast til okkara eftirløn 2021
11. Januar 2022 Samlagstryggingaravtalan við Føroya Lívstrygging
7. Januar 2022 Gott nýggjár
22. Desember 2021 Gleðilig jól
22. Desember 2021 Nýggjársheilsan frá Føroya Lívstrygging
3. November 2021 Dagføring av upphæddunum í okkara samlagstrygging
3. November 2021 Samverk til Markleys Útbúgving tiltak í Norðurlandahúsinum
29. Oktober 2021 Samverk nýggjan samleika
1. Oktober 2021 Kunning um P/F Fakfelag
20. August 2021 Ungfólk skulu kunnast betri
20. August 2021 S & K Felagið eitur nú Samverk
17. Juni 2021 6. frívikan kemur fyri Løgtingið
1. Juni 2021 Setanarskriv
9. Mars 2021 Aðalfundurin 2021
27. Januar 2021 Lønarsamráðingarnar 2021
1. Januar 2021 Samlagstrygging 2021
2. November 2020 Javnt útgjald av lívrentu
Vís øll tíðindi