Skrivstovubyggingurin hjá Samverk verður umvældur.
Umsitingin hjá Samverk heldur til á Traðavegi 20 í Tórshavn.
Hettar eru eini hús, ið eru bygd seinast í 60´unum. Nú trongdi bygningurin til eina kerliga hond. Hettar viðførir at umsitingin hjá Samverk kemur at arbeiða heimanífrá tær næstu 6-8 vikurnar. Telefonin 666060 svarar sum vant til vanliga telefontíð. Hava tit brúk fyri at møtast við okkum, so er at avtala eina tíð við okkum, so kunna vit avtala eina tíð í fundarhølinum hjá Samverk ella at vit koma til tykkum.
Vónandi heldur tíðarætlanin soleiðis at umsitingin aftur kann fara til arbeiðis í Samverk bygninginum.
Tá umvælingin er liðug, hava vit ein góðan bygning, har alt er umvælt innan sum uttan.