Økta limavirksemið krevur eitt navn, ið speglar dagsins felag.
Samverk er millum størstu fakfeløg í Føroyum. Endamálið er at fylkja øllum starvsbólkum innan øki hjá Samverk. Harumframt skal felagið fylkja lærlingar á somu økjum fyri at fremja felags áhugamál.
Felagið varð stovnað í 1940 og var virkið fram til 1945. Í 1973 varð tað endurstovnað og hevur síðan verið týðandi partur av føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tað eru oman fyri 1400 limir í felagnum. Hin yngsti 12, hin elsti væl oman fyri vanligan penjónsaldur.
Gamla heitið, S&K Felagið, var ikki nøktandi longur. Tað var stytting fyri Skrivstovu-og Krambafólk, men í dag umboðar felagið fleiri aðrar fakbólkar umframt. Í nýggja navninum kunnu allir limir kenna seg aftur.
Navnið Samverk hevur tveir týdningar. Tað merkir bæði samarbeiði og tann mun, sum samarbeiði skapar. Gerð og úrslit. Navnið undirstrikar soleiðis, at við samarbeiði vera bestu tøkini tikin.
Navnið hóvar væl til felagið. Limaskarin er sera fjølbroyttur og umboðar nógvar fakbólkar, men allir hava felagið saman. Ymisk fólk, ymisk yrki, eitt felag. Tí Samverk.
Við nýggja navninum kennir felagið seg væl brynjað til framtíðina.
Vælkomin til Samverk.