Tað skapti nógva umrøðu, eftir at Samverk skrivaði um barsilskipanina 7 februar 2022.
Fyrst kom ein politiskur flokkur fram og tosaði um at broytingar vóru neyðugar og síðan komu ymiskir aktørar á arbeiðsmarknaðinum fram og allir tosaðu um broytingar og batar í vóru umráðandi at fáa gjórdar í okkara barsilsskipan.
Ein av hesum var stjórin í Vinnuhúsinum og greiddi hann frá at Vinnuhúsið helt, at hægsta upphæddin var ov lág, ið ein fær frá barsilsskipanini. Í hesum sjónarmiðnum eru vit í Samverk heilt samd við honum. Men loysnin Vinnuhúsið hevði, eru vit ikki samd í. Stjórin í Vinnuhúsinum helt at barsilsskipanin kundi lækka tíðina ein hevur rætt til at verða í barsil, fyri at fíggja eitt hægri útgjald.
Tað eru vit í Samverk slett ikki samd í.
Vit í Samverk halda at hægsta útgjaldið úr barsilsskipanini skal hækkast upp í 35.000 kr. + 15% í eftirløn. So má inngjaldið, ið arbeiðsgevarir og løntakarir rinda til barsilsskipanina, lagast eftir hvussu nógv tað kostar at umsita barsilsskipanina.
Tað hoyrir ikki heima longur í einum framkomnum samfelag, sum Føroyar eru, at foreldur verða rakt hart fíggjarliga, tá tey verða foreldur. Vit sum samfelag, eiga at gera tað so liviligt sum møguligt, hjá teimum nýklaktu foreldrunum.
Tann søguliga gongdin við inngjøldunum til barsilsskipanina er hendan.
2006 - 2010: 0,62%
2011 0,65%
2012 - 2015: 0,62%
2016 - 2020: 0,71%
2021 - : 0,86%
Fyri at tað ikki aftur skal ganga 20-25 ár, til útgjaldsupphæddin verður regulera, vildi tað verði skilagott, at tenkt útgjaldið úr barsilsskipanini at einum lønarsáttmála. Sum t.d. hjá Samverk. Tá lønin hjá limum í Samverk hækkar 2,5%, so hækkar hægsta útgjaldið úr barsilsskipanini samsvarandi.