Samverk.fo á enskum
Tíðirnar broytast og í dag er tað ein sannroynd, at fleiri av limunum hjá Samverk ikki lesa ella tosa føroyskt. Hesir limir hava tørv á at fáa kunning um fakfelagsrættindir, arbeiðsskyldir o.a. á enskum.
Samverk hevur tí nú fingið eina enska útgávu inni á www.samverk.fo
Vit vóna og vanta at heimasíðan eisini verður til hjálp hjá okkara limum, ið ikki lesa føroyskt.