Rita inn

Lat aftur
Takk fyri!
Ein feilur er íkomin. Vinarliga set seg í samband við okkum
Vinarliga kanna at øll feltini eru útfylt.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur
Um Samverk
Samverk/ Um Samverk/

S&K Felagið eitur nú Samverk

Økta limavirksemið krevur eitt navn, ið speglar dagsins felag.

Samverk er millum størstu fakfeløg í Føroyum. Endamálið er at fylkja krambafólk, sølufólk, skrivstovufólk, teknisk starvsfólk og aðrar fakbólkar á økjum, sum kunnu samanberast. Harumframt skal felagið fylkja lærlingar á somu økjum fyri at fremja felags áhugamál.

Felagið varð stovnað í 1940 og var virkið fram til 1945. Í 1973 varð tað endurstovnað og hevur síðan verið týðandi partur av føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tað eru oman fyri 1400 limir í felagnum. Hin ynskti 12, hin elsti væl oman fyri vanligan penjónsaldur. Góð 75% av limunum eru kvinnur.

Gamla heitið, S & K Felagið, var ikki nøktandi longur. Tað var stytting fyri Skrivstovu- og krambafólk, men í dag umboðar felagið fleiri aðrar fakbólkar umframt. Í nýggja navninum kunnu allir limir kenna seg aftur.

Navnið Samverk hevur tveir týdningar. Tað merkir bæði samarbeiði og tann mun, sum samarbeiði skapar. Gerð og úrslit. Navnið undirstrikar soleiðis, at við samarbeiði vera bestu tøkini tikin.

Navnið hóvar væl til felagið. Limaskarin er sera fjølbroyttur og umboðar nógvar fakbólkar, men allir hava felagið saman. Ymisk fólk, ymisk yrki, eitt felag. Tí Samverk.

Við nýggja navninum kennir felagið seg væl brynjað til framtíðina.

Vælkomin til Samverk.