Stjóraskiftið var í dag fríggjadagin 17.6.2022 hjá FK.
FK skipaði fyri einari hugnaløtu, har ein kundi heilsa uppá fráfarandi stjóran Finn Nielsen og nýsetta stjóran Súsanna Poulsen.
Finn hevur starvast í 41 ár hjá FK.
Heilt nógv fólk vóru komin í FK í Hoyvík henda dagin, at heilsa uppá fráfarandi stjóran og nýsetta stjóran. Fleiri røður blivu hildnar fyri teimum báðum Finn Nielsen og Súsannu Poulsen.