Rita inn

Lat aftur
Takk fyri!
Ein feilur er íkomin. Vinarliga set seg í samband við okkum
Vinarliga kanna at øll feltini eru útfylt.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur
Nýggjársheilsan frá Føroya Lívstrygging
Tíðindi
22. Desember 2021
Samverk/ Tíðindi/ Nýggjársheilsan frá Føroya Lívstrygging/

Nýggjársheilsan frá Føroya Lívstrygging

Góðu samstarvsfelagar

 

So fer 2021 at halla, og vit skulu so spakuliga venja okkum við at skriva 2022.

 

2021 hevur verið eitt hendingaríkt ár. Vit hava nú í gott hálvtannað ár livað við koronastøðuni og hevur gerandisdag okkara funnið eina rútmu, sum á ein ella annan hátt tekur atlit til í komnu støðuna. Framvegis eru vinnur í Føroyum, sum hava avbjóðingar av korona. Vónandi fer 2022 at roynast hesum vinnum betri.

 

Eisini fíggjarmarknaðurin er samanumtikið komin gott ígjøgnum 2021. Tað eru serliga partabrøvini, sum hava klára seg gott ígjøgnum árið. Í skrivaðu løtuni liggur avkastið hjá teimum sum hava marknaðarrentu og meira enn 10 ár til eftirlønaraldur á góðum 9% í árligum avkastið. Tó skal sigast, at 2021 ikki er liðugt enn.

 

Á inngjaldssíðuni heldur góða gongdin fram. Eisini í 2021 eru inngjøldini vaksin og væntast samlaða inngjaldið til eftirlønir og tryggingar at tátta í tilsamans 450 mió.kr. fyri LÍV samtakið. Hetta er partvíst tengt at tilgongd av nýggjum kundum, lágum arbeiðsloysi og at fólkatalið í Føroyum eisini í 2021 er hildið fram av hækka. Tað at fleiri herðar eru saman um at bera búskaparligu byrðarnar eru vit á LÍV sera fegin, takksom og eyðmjúk um. Fyri viðskiftafólk við marknaðarrentu verður fasta árliga gjaldið kr. 240 fyri 2022. Í 2021 hava fleiri feløg dagført avtalurnar við LÍV.

 

Í 2019 varð avgjørt at LÍV skuldi hava eina nýggja kjarnuskipan. Hesum hevur felagið arbeitt við í 2020 og í 2021 varð nýggja kjarnuskipanin tikin í brúk. Nýggja kjarnuskipanin er ikki fult virkin í 2021. Hetta harmast við á LÍV um, og alt verður gjørt við at fáa seinastu snøklarnar uppá pláss. Starvsfólkini hava gjørt eitt megnar arbeiðið fyri at viðskiftafólk okkara eru komin so gott ígjøgnum umleggingina sum gjørligt. Hetta eiga tey stóra tøkk fyri. Eisini vil eg takka tykkum fyri tykkara tolsemi í sambandi við umleggingina og ta órógv hendan hevur givið í 2021.

 

Eg harmist um at okkara tøknuligi samskiftispallur (Kundaportalurin) bert hevur verið virkin part av 2021 grundað á umleggingina. Nýggi kundaportalurin bleiv tikin í brúk aftur fyrst í oktober. Tað skal kortini sigast, at møguleikarnir í verandi útgávu eru avmarkaðir. Arbeitt verður leypandi við at betra um møguleikarnar komandi mánaðirnar.

 

Í 2021 hevur LÍV bjóðað fleiri nýggjum viðskiftafólkum vælkomnum á LÍV. Á LÍV fegnast vit um at víðka um kundaskaran, soleiðis at vit kunnu bjóða eina so góða og kappingarføra tænastu sum gjørligt. Jú fleiri herðar bera, jú lættari verður tað hjá tí einstaka.

 

Eg vil við hesum takka fyri brátt farna árið, og vil eg ynskja tykkum eini gleðilig jól og eitt gott komandi ár.

 

 

Vinarliga / best regards
 
Jan Jakobsen
Stjóri/CEO
dir. +298 351171
far. +298 231110
www.liv.fo
 

ONNUR TÍÐINDI

12. Apríl 2024 Lønarhækkan á 4,04% 1. mai 2024
26. Mars 2024 Gleðiligar páskir
11. Mars 2024 Aðalfundurin hjá Samverk 2024
28. Februar 2024 Aðalfundurin 9. mars 2024
15. Februar 2024 Aðalfundurin hjá Samverk 9. mars 2024
16. Januar 2024 Aðalfundurin hjá Samverk er leygardagin 9 mars 2024 á Hotel Hilton
1. Januar 2024 Nýggjársheilsan
15. Desember 2023 Jólaheilsan frá Samverk
1. November 2023 Stuðulstiltak til frama fyri fríðar lønarsamráðingar
13. Oktober 2023 Broyting í barsilsútgjaldinum
12. Oktober 2023 Útgjaldið úr barsilsskipanin staðið í stað í 20 ár
21. September 2023 Eftirlønaraldur
4. September 2023 Myndir frá móttøkuni hósdagin, tá P/F Fakfelag keypti Føroya Lívstrygging
1. September 2023 P/F Fakfelag keypt Føroya Lívstrygging
1. September 2023 Hjartastartari er tøkur hjá Samverk
24. August 2023 Jalig limatilgongd
23. Juli 2023 Summarfrí 2023
15. Juni 2023 Kunningarfundur í Klaksvík og í Vági
2. Mai 2023 Lønarsamráðingarnar 2023 (1)
28. Apríl 2023 Nú hava okkara limir rætt til 6 vikurs feriu!
28. Apríl 2023 Samverk er fari til lønarsamráðingar við FAG í morgun 28.4.2023
28. Apríl 2023 Lønarsamráðingarnar 2023
27. Mars 2023 Aðalfundurin 2023 nevndarval
27. Mars 2023 Aðalfundur 2023 myndir
21. Mars 2023 Aðalfundurin leygardagin 25. mars og gisting á Hilton
13. Mars 2023 Nevndarval á aðalfundinum 25 mars 2023
21. Februar 2023 Aðalfundur hjá Samverk verður 25. mars 2023 . Aðalfundarskrá
21. Februar 2023 Kampval á komandi aðalfundinum hjá Samverk 25 mars 2023
15. Februar 2023 Aðalfundurin 25 mars 2023
30. Januar 2023 Umbygging av húsinum hjá Samverk
26. Januar 2023 Aðalfundur 2023 hjá Samverk
16. Januar 2023 Útlendsk arbeiðskraft í Føroyum
11. Januar 2023 Umboðráðsval til Ognarfelagið LÍV
16. Desember 2022 Upphæddirnar í okkara lívstrygging hækka pr. 1.1.2023
25. November 2022 Umboðráðsval hjá LÍV
2. September 2022 Stjóraskiftið á Hotel Hilton
12. August 2022 ALS og Barsilsskipanin
20. Juli 2022 Summarferia
28. Juni 2022 Granskingar ráðið
17. Juni 2022 Stjóraskiftið í FK
8. Juni 2022 Myndir frá borðhaldinum á aðalfundinum 4.6.2022
6. Juni 2022 Aðalfundurin hjá Samverk var hildin leygardagin 4.6.2022 á Hotel Hilton
6. Juni 2022 Aðalfundurin hjá Samverk 2022
17. Mai 2022 Kampval á aðalfundinum hjá Samverk leygardagin 4 juni 2022
9. Mai 2022 Aðalfundur hjá Samverk 2022
22. Apríl 2022 Kunningartiltak fyri fólk úr Ukraina
12. Apríl 2022 Barsilsskipanin
5. Apríl 2022 Kunning á Miðnámi
21. Mars 2022 "Vit býta út av tí vit forvinna", skrivar ein tryggingarfyritøka í skrivi til sínar kundar.
16. Mars 2022 Nýggj avtala við Trygd
11. Mars 2022 Limir í Samverk
10. Mars 2022 Nú tekur ein flokkur á tingið barsilsskipanina fram og vil broytingar
25. Februar 2022 Aðalfundurin hjá Samverk er ásettur til at verða 4.6.2022
7. Februar 2022 Barsilsskipanin 2022
31. Januar 2022 Avkast til okkara eftirløn 2021
11. Januar 2022 Samlagstryggingaravtalan við Føroya Lívstrygging
7. Januar 2022 Gott nýggjár
22. Desember 2021 Gleðilig jól
22. Desember 2021 Nýggjársheilsan frá Føroya Lívstrygging
3. November 2021 Dagføring av upphæddunum í okkara samlagstrygging
3. November 2021 Samverk til Markleys Útbúgving tiltak í Norðurlandahúsinum
29. Oktober 2021 Samverk nýggjan samleika
1. Oktober 2021 Kunning um P/F Fakfelag
20. August 2021 Ungfólk skulu kunnast betri
20. August 2021 S & K Felagið eitur nú Samverk
17. Juni 2021 6. frívikan kemur fyri Løgtingið
1. Juni 2021 Setanarskriv
9. Mars 2021 Aðalfundurin 2021
27. Januar 2021 Lønarsamráðingarnar 2021
1. Januar 2021 Samlagstrygging 2021
2. November 2020 Javnt útgjald av lívrentu
Vís øll tíðindi