Í samband við at Samverk og FAG undirskrivaðu eina níggja lønaravtalu fyri 1.5.2023 til og við 30.4.2025, hevur Samverk sent soljóðandi skriv til allir limir felagsins.
Til allar limir í Samverk
Nýggjur lønarsáttmáli millum Samverk og FAG 01.05.2023
Samverk hevur fingið nýggjan lønarsáttmála við FAG, ið er galdandi frá 01.05.2023. Lønarkarmurin, ið vit blivu samd um, er 3,80% frá 01.05.2023 og 4,04% frá 01.05.2024. Av hesum lønarkarminum blivu vit samd um við FAG at brúka 2,24% uppá 6. feriuvikuna, ið kallast serstaka frívikan.
Hetta merkir, at øll fastlønt starvsfólk fara 1,56% upp í løn 01.05.2023 og hava 6 vikurs feriu við løn. Fastlønt starvsfólk hava feriu við løn. Um fastlønt starvsfólk ikki ynskja serstøku frívikuna, kunna tey frávelja hana og fáa tá 3,80% í lønarhækkan frá 01.05.2023.
Somuleiðis merkir hetta, at tímalønt starvsfólk fara 3,80% upp í løn frá 01.05.2023, men hava eisini rætt til 6 vikurs feriu. Tímalønt starvsfólk hava ikki feriu við løn. Tí er munur á lønarvøkstrinum.
Vinarliga
Samverk