Leygardagin 4.6.2022 var aðalfundurin hjá Samverk hildin á Hotel Hilton.
105 limir vóru tilmeldaðir til aðalfundin.
Á aðalfundin var nevndarval á skránni og endin av hesum nevndarvalinum var, at nevndin í Samverk hevur fingið eitt nýggjan nevndarlim, Heidi Gullaksen.
Nú er nevndin hjá Samverk manna við hesum fólkunum.
Pætur Niclasen, Palma Petersen, Eyðgerð Jonhardsdóttir, Poula Gaardbo og Heidi Gullaksen.
Sverri Justinussen frá Betri Banka var bjóðar á aðalfundin, at greiða frá íløgurøkt.
Eisini var Rókur Jákupsson Jakobsen frá Virka bjóðaður við á aðalfundin, at hava eina framløgu, um arbeiði at finna ein nýggjan nýtíðarhóskandi samleika til felagið.
Eitt fast punkt á aðalfundinum, er framløgu av roknskapinum hjá Samverk og grunnum tess.
Staðfestast kann, at sjálvt um limagjaldið lækkaði úr 2% niður á 1,75% í 2021 so hakkaði samlaða limainngjaldið í 2021 í mun til undanfarin ár.
Óli Regin Hansen er grannskoðari hjá Samverk og hann legði roknskapin fram.
Samverk fingið Fríða Sigmundsson at undirhalda undir borðhaldinum. Ein sera dugnaligur ungur tónleikari.
Eisini komu Lena og Niklas at undirhalda.