Rita inn

Lat aftur
Takk fyri!
Ein feilur er íkomin. Vinarliga set seg í samband við okkum
Vinarliga kanna at øll feltini eru útfylt.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur
Eftirløn
Samverk/ Løn og lønarsáttmálin (Collective agreement 2021)/ Eftirløn/

Eftirløn



Sambært sáttmálanum skal arbeiðsgevarin rinda til persónliga eftirløn hjá liminum. Goldið verður til eftirløn, ið er inn- og útgoldin sambært lóggávuni. Tað merkir m.a. at limurin fær eina mánaðarliga eftirlønarveiting, umframt útgjald í einum.

Eftirlønin verður útgoldin skatta- og avgjaldsfrí sambært lóggávuni, tí inngjaldið verður eftirlønarskattað. Eftirlønaraldur er settur at vera 67 ár.

Limir fáa yvirlit yvir pensjónina við at fara inn á kundaportalin hjá LÍV – á www.liv.fo. Hesin vísir rættindi, hvat ið er inngoldið, hvussu gongdin er, og hvørja pensjóns limurin kann vænta sær.

Um limur doyr áðrenn eftirlønaraldur, verður útgoldið tað, ið svarar til samansparda virði. Veitingin verður goldin til eftirsitandi. Útgoldið er tilskilað til næsta avvarðandi, uttan so, at onnur skrivlig avtala er gjørd. Næsti avvarðandi er hjúnafelagin. Um eingin hjúnafelagi er, verður útgoldið til børn (lívsarvingar) Eru eingi børn, verður útgoldið samb. arvalógini. 

Sambúgvi kann tryggjast eftir nærri avtalu við LÍV, við at útfylla skjal til broyting av tilskilan. Tey á LÍV geva fegin neyvari vegleiðing um hesi viðurskifti.

Gjaldsundantøka verður veitt, um arbeiðsorkan hjá limi skerd við 2/3 ella meira. Tá fellur inngjaldið til eftirlønina burtur aftaná 3 mánaðir. Ístaðin verður gjaldið rindað av LÍV, so leingi óarbeiðsføri stendur við, um neyðugt heilt fram til eftirlønaraldur.

Fær limur rætt til veiting m.a. verður óarbeiðsførur, skal hetta meldast til LÍV. Umsóknarbløð eru at finna á heimasíðuni www.liv.fo.

Um farið verður úr starvi, verður eftirlønartryggingin sett í gjaldsskáa í upp til eitt ár, ið merkir, at limur varðveitir óbroytt rættindi til eftirlønartryggingina. Gjaldið fyri skáan í tíðarskeiðinum verður tikið av samansparingini á eftirlønini.

Um limur er farin í aðra trygging, kann søkjast um at eftirlønartrygging verður sett í hvílandi trygging, ið er at eftirlønin bert gevur rætt til veitingar, í mun til samsparda virðið. Avtala kann gerast um, at ein sjálvur ella nýggjur arbeiðsgevari heldur fram við at rinda til eftirlønartrygging.

Fyri gomul inngjøld t.e. áðrenn 1. Jan 2012, skal eftirlønin skattast sum vanlig inntøka, meðan útgjaldið í einum svarar 35 % í avgjaldi. Fyri gomlu eftirlønina er veiting til eftirsitandi, um limur doyr, umframt veiting til eftirsitandi børn, fram barnið er 18 ár. Hesar veitingar kunnu síggjast á Kundaportalinum.