Rita inn

Lat aftur
Takk fyri!
Ein feilur er íkomin. Vinarliga set seg í samband við okkum
Vinarliga kanna at øll feltini eru útfylt.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur
Lógir fyri Samverk
Samverk/ Lógir/ Lógir fyri Samverk/

Lógir fyri Samverk

§1
Navn og Heimstaður:
Navn felagsins er Samverk, áður S&K-Felagið
Stovnað 18. oktober 1973
Tess heimstaður og tingstaður er Tórshavn

§2
Endamál:
Stk. 1

Endamál felagsins er at fylkja øll kramba-, skrivstovu-, sølu-, teknisk starvsfólk og onnur starvsfólk innan økir, sum kunna samanberast, umframt lærlingar innan somu økir, fyri at fremja og verja felags áhugamál.
Stk. 2.
Nevndin kann gera avtalu við onnur fakfeløg um nærri samstarv, og eisini kann nevndin innlima Samverk í annað fakfelag, um hetta kann styrkja um felagið og tæna áhugamálum limanna.

§3
Innliman:
Stk. 1
Tey starvsfólk, sum verða nevnd í §2, eiga at gerast limir við at venda sær til skrivstovu felagsins.
Stk. 2
Um limur gevst at arbeiða innan øki sítt, kann limurin velja at halda á fram, sum hvílandi limur og skal tá gjalda eitt limagjald, sum ásett verður av nevndini, sum galdandi er fyri 1 ár  í senn. Hvílandi  limir, ið halda limaskyldur sínar, eiga full rættindi til veitingar úr lívstryggingarskipan felagsins, men hesir limir hava ikki atkvøðurætt og kunna tí ikki stilla upp til nevndarval.
Stk. 3
Byrjar hvílandi limur at arbeiða aftur gerst hann vanligur limur aftur.

§4
Limagjaldið:
Stk. 1
Limagjaldið verður ásett á vanliga ársaðalfundi felagsins, eins og aðalfundurin tekur støðu til, hvussi stórur partur av limagjaldinum, skal fara í verkfalsgrunn felagsins.
Stk. 2
Nevndin hevur rætt til vegna limirnar, at gera avtalu við avvarandi arbeiðsgevara um, at hesin tekur limagjaldið og lívstryggingargjaldið beinleiðis av lønini og rindar Samverk tað. Stk. 3
Nevndin ger av ivaspurningar um gjaldsskyldu.

§5
Skylda limananna:
Stk. 1
Limirnir hava skyldu til at boða skrivstovuni frá navna- og bústaðarbroytingum.
Stk. 2
Limirnir hava tagnarskyldu um fundir v.m.
Stk. 3
Tað er skylda limanna at virka fyri endamáli felagsins samb. §2.
Stk. 4
Skylda limanna undir einum verkfalli er at hava samanhald og styðja hvønnannan.
Stk. 5
Limirnir  hava skyldu til at gera seg kunnugar við lógir felagsins, ið altíð skulu verða tøkar at fáa frá nevndini. Tørvandi kunnleiki til lógirnar loysir í ongum føri lim frá skyldu hansara mótvegis felagnum.
Stk. 6
Limur kann ikki uttan fullgóða grund- t.d. um hann hevur havt felagsstarv árið fyri-, bera seg undan álitisstarvi.
Stk. 7
Kann prógv førast fyri, at limur hevur arbeitt móti felagnum ella misrøkt sína limaskyldu, gevur nevndin viðkomandi ávaring í fyrsta umfari, og nevndin kann taka limarættin frá viðkomandi stytri ella longri tíð. 
Stk. 8
Limurin hevur altíð rætt til at úttala seg, áðrenn nevndin tekur støðu til spurningar um at taka limarættin frá viðkomandi limi.
Stk. 9
Limurin hevur rætt til at leggja spurningin um limarætt hansara fyri aðalfundin til avgerðar, og hevur hann eisini rætt til á aðalfundinum at føra sjónarmið síni, áðrenn støða verður tikin til spurningin.

§6
Nevndin:
Stk. 1
Felagið verður stjórnað av einari 5-mannanevnd, sum verður vald av aðalfundinum, soleiðis at nevndarformaðurin eisini verður valdur beinleiðis av aðalfundinum.
Stk. 2
Nevndarlimir sita í 3 ár í senn.
Stk. 3
Nevndarval fer fram soleiðis, at 3. ár standa 2 nevndarlimir fyri vali.
3 hvørt ár stendur formaðurin fyri vali og tað árið stendur ongin nevndarlimur fyri vali. 
Stk. 4
Nevndarlimir kunnu vera afturvaldir.
Stk. 5
Val av 2. tiltakslimum er á hvørjum aðalfundið
Stk. 6
Uppskot til evni, sum formaður ella nevndarlimur í felagnum, skulu verða nevnd felagsins í hendi áðrenn 01/02. sama ár sum aðalfundurin verður hildin ella um fundurin verður hildin eftir 14/02., so í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin.
Allir limir felagsins, sum ikki hava mist limarættindi síni, kunnu stilla lim upp sum formansvalevni ella nevndarvalevni.
Stk. 7
Valevni, sum verða stilla upp av øðrum limi/limum, skal skrivliga vátta, at hann/hon vil taka við vali.
Stk. 8
Treytin fyri at stilla upp, er  at tann uppstillaði møtir á aðalfundinum, har valið fer fram. 
Stk. 9
Nevndin skipar seg við næstformanni og skrivara.
Stk. 10
Tá formanninum berst frá, røkir næstformaðurin starv formansins.
Stk. 11
Nevndin er viðtøkufør, tá formaðurin ella næstformaðurin umframt tveir aðrir nevndarlimir eru á fundi.
Stk. 12
Nevndin hevur fund í minsta lagi eina ferð um mánaðin, ella so ofta formaðurin heldur tað vera neyðugt, og eisini tá ið tríggir nevndarlimir seta fram áheitan um slíkan fund við tilskilan av dagsskrá.
Stk. 13
Nevndin fær samsýning fyri nevndarfundir, fyri aðalfundir og fyri sáttmálasamráðingar. Harumframt fær nevndarlimur samsýning fyri fundir har viðkomandi umboðar S&K-felagið.
Formanslønin og nevndarsamsýningin fyri ávikavist formann og nevndarlimir í S&K-felagnum er tengd at galdandi sáttmálaløn í Samverk-sáttmálanum.
Formaður felagsins kann velja at arbeiða fulla ella hálva tíð á skrivstovu felagsins og verður samsýningin  hansara so hendan
-          fulltíðarstarv verður samsýnt samsvarnadi lønarflokki II, 1. stig x 2 og lønin fylgir annars lønarstiganum,
-          hálvtíðarstarv verður samsýnt samsvarnandi lønarflokki II, og fylgir  annars lønarstiganum.
Um formaðurin velur at arbeiða á skrivstovu felagsins, gevur tað eisini rætt til bíðiløn , sum verður ásett soleiðis:
-          fyrstu 2 árini sum formaður gevur 9 mánaðir bíðiløn á tí lønarflokki og á tí  stigi, sum formaðurin er á, tá viðkomandi fer frá sum formaður, tó soleiðis, at um formaðurin fær annað starv, eftir at hann er farin frá sum formaður, so verður eingin bíðinpeningur útgoldin síðstu tríggjar mánaðarnar,
-          millum 2 og 4 ára formansskeið: 1 ára bíðiløn á tí lønarflokki og tí stigi, sum formaðurin er á, tá viðkomandi fer frá sum formaður, tó soleiðis, at um fráfarandi formaðurin fær annað starv, eftir at hann er farin frá sum formaður, so verður eingin bíðipeningur útgoldin síðstu tríggjar mánaðarnar,
-          meira enn 4 ára formanstíð: 1 ½  ára bíðiløn á tí lønarflokki og tí stigi, sum formaðurin er á, táviðkomandi fer frá sum formaður, so verður eingin bíðipeningur útgoldin síðstu tríggjar mánaðarnar.
Samsýningin til nevndarlimir í samband við nevndarfundir o.a. fundarvirkseni, sum hevur við felagsarbeiði at gera, verða hesar:
- Fyri fundir 0 til 3 tímar – samsýning, sum svarar til 4 tímar á hægsta stigi í lønarflokki 4.
- Fyri fundir 3 til 5 tímar – samsýning svarandi til 8 tímar á hægsta stigi í lønarflokki 4.
- Fyri fundir yvir 5 tímar – samsýning svarandi til12 tímar á hægsta stigi í lønarflokki 4.
- Fyri fundir leygardag – samsýning svarandi til 5 tímar í lønarflokki 4 pluss 35%.
- Fyri fundir sunnu- og halgidagar – samsýning svarandi til 5 tímar í lønarflokki 4 pluss 60%
Stk. 14
Formaðurin/kvinnan førir nevndarbókina, sum undirskrivað verður av øllum nevndarlimunum sum møttir á fundi.
Stk. 15
Um nevndarlimur ikki kann møta á nevndarfundi, hevur hann skyldu til at boða nevndini frá hesum.
Stk. 16
Møtir nevndarlimur  ikki á trimum fylgjandi fundum uttan haldgóða grund, fer hann frá sum nevndarlimur, og fyrstvaldi tiltakslimur tekur við.
Á nevndarfundi verða allar avgerðir tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er uppskotið fallið.

§7
Grannskoðan:
Stk. 1
Roknskaparárið er álmanakkaárið. Ársaðalfundurin velur roknskapargrannskoðara, ið ikki er nevndarlimur. Hann grannskoðar roknskap felagsins og vissar sseg um at ognir felagsins eru til.
Hann hevur rætt til, so ofta hann vil, at síggja felagsins gerðabók, skjøl og roknskap.

§8
Aðalfundurin:
Stk. 1
Aðalfundurin er hægsti mynduleiki felagsins.
Stk. 2
Vanligi ársaðalfundur verður hildin á hvørjum ári í fyrstu hálvu av árinum við hesari dagsskrá:
- Frásøgn formansins frá farna ári.
- Roknskapur til góðkenningar.
- Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum.
- Val av formanni (3. hvørt ár)
- Innkomin uppskot
- Ymiskt.
Stk. 3
Nevndin boðar til aðalfund við 14 daga freist á heimasíðu felagsins samverk.fo, umframt á Facebook síðuni hjá Samverk. Eisini vendir felagið sær til hvønn einstakan lim skrivliga við telduposti, har vit hava eina skrásetta teldupostabústað, soleiðis at dagsskráin fyri fundin altíð verður fráboða í innkallingini.
Stk. 4
Allir limir felagsins kunnu møta á aðalfundi og greiða atkvøðu.
Stk. 5
Atkvøðugreiðsla kann ikki fara fram sambært fulltrú.
Stk. 6
Nevndin kann senda limum limaprógv og treyta atgongd til aðalfundin av at tílíkt prógv verður víst fram.
Stk. 7
Øll mál á aðalfundi verða avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan í teimum førum har hesar lógir áseta annan atkvøðumeiriluta. Standa atkvøðurnar á jøvnum er málið fallið.
Stk. 8
Limir felagsins kunnu seta fram uppskot til viðgerðar á aðalfundinum, soleiðis at hesi mál skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundurin verður hildin.
Stk. 9
Uppskot til lógarbroytingar skulu latast nevnd felagsins skrivliga í seinasta lagi 01.01. til viðgerðar á aðalfundinum, sum verður hildin hetta ár.
Stk. 10
Fyri  at kunna broyta lógir felagsins, skulu 2/3 av møttu limunum á aðalfundi atkvøða fyri lógarbroytingini.
Aðalfundurin velur ein fundarsjóra sum leiðir fundin og avger allar ivaspurningar í sambandi við atkvøðugreiðsluna.
Stk. 11
Fundarstjórin skrivar fundarfrásøgn.

§9
Eykaaðalfundurin
Eykaaðalfundurin verður innkallaður, tá ið nevndin ynskir tað, ella tá ið 20 limir skrivliga krevja tað við tilskilan av hvat mál teir ynskja viðgjørt á eykaaðalfundi. Eykaaðalfundurin verður innkallaður á sama hátt sum vanligur ársaðalfundur, tó soleiðis, at nevndin kann avgera, at eykaaðalfundurin í serligum føri kann innkallast við lýsing í Útvarp Føroya við 1 daga freist.

§10
Tekningarreglur
Keyp og søla av fastari ogn skal góðkennast av aðalfundinum ella einum eykaaðalfundi, tá lýst er til tess.
Stk. 2.
Við keypi ella sølu av fastari ogn bindur nevndin (smb.§ 6, stk. 11) fyri felagið.
Stk. 3.
Formaður felagsins teknar og bindur felagið fyri upphæddir upp til 3% av limagjøldunum hjá felagnum sambært uppgerð, sum ikki er eldri enn 1 ár. Er upphæddin oman fyri 3% av limagjøldunum hjá felagnum, skal vanligur meiriluti (smb.§ 6, stk. 11) av nevndini verða fyri at binda felagið.

§11
Avtøka felagsins:
Felagið kann bert verða avtikið á vanliga ársaðalfundi felagsins um so er, at 2/3 av limum felagsins eru møttir á aðalfundi og 2/3 av atkvøðunum eru fyri at avtaka felagið.
Er nevndi meiriluti ikki møttir á fundi, kann nevndin ella 25 limir krevja, at kallað verður inn til eykaaðalfundar við somu dagsskrá og kann avtøka felagsins tá verða  samtykt við 2/3 av greiddum  atkvøðum, uttan mun til, hvussi nógvir limir tá eru møttir á fundi.
Áheitan um slíkan eykaaðalfund skal nevndin ella 20 limir fráboða í seinasta lagi 4 vikur eftir, at fyrr nevdi aðalfundurin er hildin  og skal eykaaðalfundurin  lýsast at verða hildin í seinasta lagi 8 vikur eftir ársaðalfundin.

§12
Ognir felagsins:
Stk. 1
Við avtøku felagsins verður allur peningur settur inn í sparikassa/banka, haðani hann bert kann verða tikin út av einum felag, sum er stovnað við sama endamáli sum hetta felagið, ið soleiðis verður tikið av.
Stk. 2
Er einki tílíkt felag til, avgerð aðalfundurin avhendingina av ognum felagsins.

§13
Lógin er soleiðis samtykt á aðalfundi 16. februar 2008 í hølunum felagsins traðarvegur 20, Tórshavn.
Seinast broyt á aðalfundið 3 mars 2018.