Rita inn

Lat aftur
Takk fyri!
Ein feilur er íkomin. Vinarliga set seg í samband við okkum
Vinarliga kanna at øll feltini eru útfylt.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur
Reglugerð fyri lokaupphæddsgrunnin
Samverk/ Lívstrygging/ Reglugerð fyri lokaupphæddsgrunnin/

Reglugerð fyri lokaupphæddsgrunnin

Viðtøkur fyri lokaupphæddsgrunn hjá Samverk

§ 1 Navn og heimstaður
Navn grunsins er Lokaupphæddsgrunnurin hjá Samverk. Heimstaður grunsins er Tórshavn.

§ 2 Endamál
Endamál grunsins er at tekna lokaupphæddstrygging, ella líknandi trygging fyri limirnar hjá Samverk.

§ 3 Limir
Stk. 1. Limir í Samverk sum lúka fylgjandi krøv, eru fevndir av lokaupphæddstryggingini hjá Samverk:

  1. Limir, ið rinda 1,75 % tó maks 400,00 kr. av lønini í limagjald.
  2. Limir, ið eru lærlingar og sum rinda 60,00 kr. í limagjaldið til Samverk. 
  3. Limir, ið eru farnir í barnsburðafarðloyvið og rinda 60 kr. í limagjaldið til Samverk, um mánaðin. Tó í mesta lagið í 1 ár. Eftir 1 ár er §3 stk. 1 punkt e galdandið
  4. Limir ið eru í ALS skipanini og ALS flytir limagjaldið á 1,75% um mánaðin.
  5. Limir ið eru uttan arbeiði og ikki hava rætt til útgjald úr ALS, ella í arbeiði sum ikki gevur njótandi rætt úr lívstrygginarskipanini hjá Samverk, kunna rinda 250,00 kr. um mánaðin í limagjaldið og verða njótandi limir í lívstryggingarskipanini, tó ikki avlamnistryggingina.
  6. Tryggingin fellur burtur sama dag, sum limurin fyllur 67 ár.

Stk. 2 .a) Kravið fyri at fáa lokaupphædd útgoldnað er, at viðkomandi limur hevur verið limur íalt 15 ár samanlagt og tey seinastu 5 árini samanhangandi innan limurin fyllir 67 ár.

b) Limur hevur eisini møguleika, at fáa útgoldið lokaupphæddina, við fylta 60 ár.

Tá er útgjaldið soleiðis:

60 ár 1/8 part av 100.000,00 kr.
61 ár 2/8 part av 100.000,00 kr.
62 ár 3/8 part av 100.000,00 kr.
63 ár 4/8 part av 100.000,00 kr.
64 ár 5/8 part av 100.000,00 kr.
65 ár 6/8 part av 100.000,00 kr.
66 ár 7/8 part av 100.000,00 kr.
67 ár 8/8 part av 100.000,00 kr.

óansæð nær ein ynskir at fáa útgoldið lokaupphæddina, er kravið, at ein hevur verið limur í minst 15 ár og tey seinastu 15 árini samanhangandi, innan útgjaldið av lokaupphæddini er møguligt.

§ 4 Nevndin
Stk 1. Nevndin og formaður er tann sama, sum mannar nevndina í Samverk.

Stk. 2. Nevndin er viðtøkuførð tá minst formaður og 2 nevndarlimir ella 4 nevndarlimar eru á fundi. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Um atkvøðurnar standa á jøvnum, er formansins atkvøða avgerðandi og um formaðurin ikke er til staðar og tað stendur á jøvnum fellur broytingaruppskotið.

§ 5 Ársaðalfundur og eykaaðalfundur
Aðalfundur og eykaaðalfundur fylgir reglunum hjá Samverk og verður hildin saman við aðalfundinum hjá Samverk.

§ 6 Arbeiði nevndarinar
Stk. 1. Nevndin hevur yvirskipaðu leiðslu grunnsins um hendi, samsvarandi hesum lógum, og lógum hjá Samverk. Nevndin tekur avgerð um hvussu umsiting grunsins skal fara fram.

Stk. 2. Nevndin skal síggja til, at bókingar og ognarumsiting grunnsins fara fram og at nøktandi eftirlit er við hesum virksemi.

Stk. 3. Nevndarformaðurin skal síggja til, at nevndin hevur fund, tá hettar er neyðugt. Í minsta lagi skal nevndin møtast einaferð um ári.

Stk. 4. Tað skal førðast gerðabók, yvir fundir í lokaupphæddsgrunninum.

Stk. 5. Nevndin fær samsýning eftir reglugerðunum um fundarpening hjá Samverk.

§ 7 Ársroknskapur og grannskoðan
Stk. 1. Roknskapur grunsins er kalendaraárið. Roknskapurin, sum javna, úrslitauppgerð og frágreiðing, verður settur upp sambært ásetingarnar í galdandi lóggávu.

Stk. 2. Ársroknskapinum skal skrivast undir av nevndini, umframt við átekning av grannskoðarnum. Ársroknskapurin verður lagdur fram á aðalfundinum hjá Samverk, sum eisini er hægsti mynduleiki hjá lívstryggingargrunninum.

Stk. 3. Roknskapur grunsins verður grannskoðaður av grannskoðaranum hjá Samverk.

Stk. 4. Roknskapurin verður framlagdur til góðkenningar á aðalfundinum hjá Samverk, sum eisini er hægsti mynduleiki hjá lokaupphæddsgrunninum hjá Samverk.

§ 8 Lokaupphæddsgrunnsins ognir og umsiting av ognum
Stk. 1. Inntøkur grunsins fevna frá lívstryggingargrunninum hjá Samverk, rentur, vinningsbýti v.m. av innskoti.

Stk. 2. Fæ grunsins kann ikki nýtast til annað endamál enn til útgjald av lokaupphædd ella líknandi trygging av liminum hjá Samverk.

Stk. 3. Lokapupphæddsgrunnurin skal á hvørjum ári seta pengar av, soleiðis, at hesin altíð er gjaldførður.

Stk. 4. Fæið skal umsitast við tí endamálið, at fáa mest møguligan vinning, nøktandi trygd og vaksa um realvirði grunsins. Tá støða skal takast til hvussu fæ grunsins skal umsitast, skulu bert takast saklig handislig atlit.

Stk. 5. Endamálið við at vaksa um fæ grunsins er, at tryggja, at veitingarnar úr grunninum kunna veitast hvørt ár.

§ 9 Veiting úr lokaupphæddsgrunninum
Stk. 1. upphæddin er pr. 1. januar 2024 kr. 100.000,00

Stk. 2. Upphæddin verður útgolin eftir samstarvsavtalu millum Føroya lívstrygging og Samverk.

§ 10 Viðtøkubroytingar
Stk. 1. Avgerð um broyting av viðtøkunum í § 3 og § 9 , verður tikin á vanligum nevndarfundi. Avgerðin er bert gyldug, um so er, at formaðurin og minst 3 nevnarlimir eru møttir á fundi og minst 4 av nevndarlimunum eru fyri broytingini.

Stk. 2. Avgerð um broyting av øllum hinum viðtøkunum, verða tiknar á aðalfundi felagsins og eru bert galdandi um 2/3 av greiddum atkvøðum eru fyri.

§ 11 Avtøka av lokaupphæddsgrunninum
Avgerð um avtøku av lokaupphæddsgrunninum, kann bert takast á aðalafundinum, um so er, at 2/3 av greiddum atkvøðum eru fyri uppskotinum. Ognirnar hjá grunninum verða tá latnar til Lívstryggingargrunnin hjá Samverk.

§ 12 Gildiskoma
Hesar viðtøkur eru samtyktar á stovnandi nevndarfundið tann 28.11.2006 og eru galdandi frá 1. januar 2007

Seinast broytar á nevndarfundi 15.11.2007
Henda reglugerð er staðfest á aðalfundi 16.2.2008
Upphæddin er broytt á nevndarfundi 30. okt. 2008
Upphæddin er broytt á nevndarfundi nov. 2009
Upphæddin er broytt á nevndarfundi nov. 2010
Upphæddin er broytt á nevndarfundi nov. 2011
Upphæddin er broytt á nevndarfundi nov. 2012
Viðtøkur broyttar á nevndarfundi 24 januar 2013

Nevndin

Pætur Niclasen–Poula Gaardbo- Emy Sólvitsdóttir–Eyðgerð Jónhardsdóttir– Palma Petersen