Rita inn

Lat aftur
Takk fyri!
Ein feilur er íkomin. Vinarliga set seg í samband við okkum
Vinarliga kanna at øll feltini eru útfylt.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur
Samverk/ Lívstrygging/ Reglugerð fyri Lívstryggingargrunnin/

Reglugerð fyri Lívstryggingargrunnin

Viðtøkur fyri Lívstrygginargrunnin hjá Samverk

§ 1 Navn og heimstaður

Navn grunsins er Lívstryggingargrunnurin hjá Samverk. Heimstaður grunsins er Tórshavn.

§ 2 Endamál

Endamál grunsins er at tekna lívstryggingar og aðrar tryggingar fyri limirnar hjá Samverk.

§ 3 Limir

Stk. 1. Limir í Samverk sum lúka fylgjandi krøv, eru fevndir av lívstryggingini hjá Samverk:

  1. Limir, ið rinda 1,75 % tó maks 400,00 kr. av lønini í limagjald og flyta eftirlønina á kto. hjá Føroya Lívstrygging.
  2. Limir, ið eru lærlingar og sum rinda 60,00 kr. í limagjaldið og flyta eftirlønina á kto. hjá Føroya Lívstrygging. 
  3. Limir, ið eru farnir í barnsburðafarðloyvið og rinda 60,00 kr. í limagjaldið til Samverk, um mánaðin. Tó í mesta lagið í 1 ár. Eftir 1 ár er §3 stk. 1 punkt 4 galdandið.
  4. Limir ið eru í ALS skipanini og ALS flytir limagjaldið á 1,75 % um mánaðin.
  5. Limir ið eru uttan arbeiði og ikki hava rætt til útgjald úr ALS ella í arbeiði, sum ikki gevur njótandi rætt úr lívstryggingarskipanini hjá Samverk, kunna rinda 250,00 kr. í limagjaldið um mánaðin og verða njótandi limir í lívstryggingarskipanini, tó ikki avlamnistryggingini.
  6. Tryggingin tekur við, tá ein hevur rinda gjald til til samlagstryggingina í 4 mánaðar og tryggingin fellur burtur sama dag, sum limurin fyllur 67 ár.

§ 4 Nevndin

Stk 1. Nevndin og forfólk er tann sama, sum mannar nevndina í Samverk.

Stk. 2. Nevndin er viðtøkuførð tá minst formaður og tveir nevndarlimir ella 4 nevndarlimir eru á fundi. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Um atkvøðurnar standa á jøvnum er formansins atkvøða avgerðandi og um formaður ikki er á fundinum og tað stendur á jøvnum, fellur uppskotið.

§ 5 Ársaðalfundur og eykaaðalfundur

Aðalfundur og eykaaðalfundur fylgir reglunum hjá Samverk og verður hildin saman við aðalfundinum hjá Samverk.

§ 6 Arbeiði nevndarinar

Stk. 1. Nevndin hevur yvirskipaðu leiðslu grunnsins um hendi, samsvarandi hesum lógum, og lógum hjá Samverk. Nevndin tekur avgerð um hvussu umsiting grunsins skal fara fram.

Stk. 2. Nevndin skal síggja til, at bókingar og ognarumsiting grunsins fara fram og at nøktandi eftirlit er við hesum virksemi.

Stk. 3. Nevndarformaðurin skal síggja til, at nevndin hevur fund, tá hettar er neyðugt. Í minsta lagi skal nevndin møtast einaferð um árið.

Stk. 4. Tað skal førast gerðabók yvir fundir í lívstryggingargrunninum.

Stk. 5. Nevndin fær samsýning eftir reglugerðunum um fundarpening hjá Samverk.

§ 7 Ársroknskapur og grannskoðan

Stk. 1. Roknskapur grunsins er kalendaraárið. Roknskapurin, sum javna, úrslitauppgerð og frágreiðing, verður settur upp sambært ásetingarnar í galdandi lóggávu.

Stk. 2. Ársroknskapinum skal skrivast undir av nevndini, umframt við átekning av grannskoðarunum. Ársroknskapurin verður lagdur fram á aðalfundinum hjá Samverk, sum eisini er hægsti mynduleiki hjá lívstryggingargrunninum.

Stk. 3. Roknskapur grunnsins verður grannskoðaður av grannskoðaranum hjá Samverk.

Stk. 4. Roknskapurin verður framlagdur til góðkenningar á aðalfundinum hjá Samverk, sum eisini er hægsti mynduleiki hjá Lívstryggingargrunninum hjá Samverk.

§ 8 Lívstryggingargrunsins ognir og umsiting av ognum

Stk. 1. Inntøkur grunsins fevna um lívstryggingargjald frá arbeiðsgevara hjá limunum hjá Samverk, rentur, vinningsbýti v.m. av innskoti.

Stk. 2. Fæ grunnsins kann ikki nýtast til annað endamál, enn samlagstryggingar og aðrar tryggingar av limunum hjá Samverk.

Stk. 3. Lívstryggingargrunnurin skal á hvørjum árið seta pengar av til lokaupphæddsrgrunnin, hjá Samverk, soleiðis, at hesin altíð er gjaldførur.

Stk. 4. Fæið skal umsitast við tí endamálið, at fáa mest møguligan vinning, nøktandi trygd og vaksa um realvirði grunnsins. Tá støða skal takast til hvussu fæ grunsins skal umsitast, skulu bert takast saklig handislig atlit.

Stk. 5. Endamálið við at vaksa um fæ grunsins er, at tryggja, at veitingarnar úr grunninum kunna varveitast og helst hækkast hvørt ár. 

§ 9 Veitingar úr lívstryggingargrunninum

Stk. 1. Trygging við deyða: Sí faldara um upphæddir.

Stk. 2. Hættislig sjúka: Sí faldara um upphæddir

Stk. 3. Barnatrygging: Sí faldra um upphæddir

Stk. 4. Lokaupphædd: Sí faldara um upphæddir

Stk: 5. Avlamnisupphædd: Sí faldra um upphæddir

Stk. 6. Endurgjald fyri hoyritól

Stk. 7. Hesar upphæddir verða dagførdar einaferð um ári av nevndini.

Stk. 8. Upphæddirnar verða útgolnar eftir samstarvsavtalu millum Føroya Lívstrygging og Samverk.

§ 10 Viðtøkubroytingar

Stk. 1. Avgerð um broyting av viðtøkunum í § 3 og § 9 , verður tikin á vanligum nevndarfundi. Avgerðin er bert gyldug, um so er, at formaðurin og minst 3 nevnarlimir eru møttir á fundi og minst 4 av nevnarlimir eru fyri broytingini.

Stk. 2. Avgerð um broyting av øllum hinum viðtøkunum, verða tiknar á aðalfundi felagsins og eru bert galdandi um 2/3 av greiddum atkvøðum eru fyri.

§ 11 Avtøka av Lívstryggingargrunninum

Avgerð um avtøku av lívstryggingargrunninum, uttan likvidatión við, at samlaða ogn og skuld grunsins verður latin til annan lívstryggingargrunn ella tryggingarfelag, til frama fyri starvsfólk í yrki sum Samverk umboðar, kann fara fram við aðalfundarsamtykt, um so er at 9/10 av greiddum atkvøðum eru fyri uppskotinum.

§ 12 Gildiskoma

Hesar viðtøkur eru samtyktar á stovnandi nevndarfundið tann 28.11.2006 og eru galdandi frá 1. januar 2007

Seinast broyttar á nevndarfundið 15.11.2007
Henda reglugerð er staðfest á aðalfundi 16.2.2008
Upphæddirnar seinast broytar á nevndarfundi 30. okt. 2008
Upphæddirnar seinast broytar á nevndarfundi novembur 2009
Upphæddirnar seinast broytar á nevndarfundi novembur 2010
Upphæddirnar seinast broytar á nevndarfundi novembur 2011
Upphæddirnar seinast broytar á nevndarfundi novembur 2012
Upphæddirnar seinast broytar á nevndarfundi novembur 2013

Nevndin

Pætur Niclasen – Poula Gaardbo - Emy Niclasen – Eyðgerð Jónhardsdóttir – Sunrid Vatnsdal